Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Løgmaður tekur undir við teimum, sum arbeiða við at avtaka inntøkutrygdina hjá okkara fiskimonnum. Í sama andadrátti nevndi hann sjómannafrádráttin og meinti eisini at vit kunnu áleggja fiskivinnuni tilfongisgjald.

Tá okkara Løgmaður hevur so lítla føling við,  hvussu okkara fiskivinna hevur tað og hvusssu teir sum eru í vinnuni enn hava tað , er grund til at rópa varskóð og øtast.

Um okkara stýrandi fólk við Løgmanni á odda hava so lítla vitan um hvussu støðan er í fiskiflotanum -  er ringt at síggja nakra vón fyri tí vinnuni, sum vit hava billa okkum inn er okkara høvuðsvinna.
Viberg Sørensen, formaður í
Føroya Reiðarafelag
Viðmerking til Løgmann
1. desember 2009

Seinastu vikurnar hava vit sæð brøv og viðmerkingar í bløðunum, sum hava bent á, at vit eru um at fara  útav eggini við tí fíggjarligu kós Føroyar hava nú.

Almenni sektorurin veksur við rúkandi ferð og í fiskivinnuni minkar talið av fólki  sera skjótt.  Skilafólk duga at síggja, at hetta ber ikki til.

Tann sum hoyrdi okkara Løgmann í gjárkvøldið í útvarpinum, har hann bagatelliseraði støðuna og greiddi frá øllum inntøkumøguleikunum landskassin hevur. Flestu av  hesum inntøkum, skuldu koma  frá høvuðsvinnuni, sum frammanundan er sera hart sperd.