Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
Er tað Føroysk heystgýtandi slid, ið Saksaberg hevur fingið?
26. november 2009
Saksaberg hevur fingið sera stóra sild eystur av Munkagrunninum. Størstu sildirnar komu upp um 800 gram, og við eini miðalvekt á 525 gram
Saksaberg fekk uml. 230 tons av sild týsdagin í hesi vikuni og landaði hana til Niels Sperre í Norra.
Norsku landarnir kallaðu sildina fyri “oksa sild” út frá støddini, skrivar P/F vinnan á heimasíðini hjá teimum.
Søluleiðarin á Norges sildesalgslag, segði í vitalu við teirra heimasíðu, at hann heldur ikki, at teir nakrantíð hava fingið so stóra sild, Hann kallar hana “monstersild” og hann nevnir møguleikan fyri, at tað er føroysk heystgýtandi sild.
Kontrolørurin hjá Norges Sildesalgslag, Georg Wastian sigur, at tað er stórur munur á sildini við og uttan rogn/sil. Meðan nakrar vóru fullar av rogn og sil – høvdu aðrar lítlið og einki av rogn og sil.
sild við eini vekt á 720 gram.
mynd: Georg Wastian (NSS)