Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Andras Kristiansen og
Sonja Feltdhaus samráðingarleiðari fyri Grønland skriva undir fiskiveiðuavtaluna
Føroyar og Grønland gjørt fiskiveiðiavtalu
20. november 2009
Føroyar og Grønland hava skrivaðu undir fiskiveiðiavtalu fyri komandi ár í dag. Avtalan fevnir um somu fiskasløg sum undanfarin ár, og er á nakað sama støði, men av tí at samlaða sildakvotan er lækka fyri komandi ár, so avspeglar tað eisini avtaluna við Grønland

Grønlendska sildakvotan erlækkað við 400 tonsum, niður í 3.600 tons og Føroyska toskakvotan í Eysturgrønlandi lækkar við 75 tonsum og verður 275 tons.  

Føroysku svartkalvakvoturnar í Eysturgrønlandi og í Vesturgrønlandi verða óbroyttar ávikavist 275 tons og 125 tons. Harumframt kunnu føroysk rækjuskip gera fiskiroyndir á norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi avmarkað til 100 tons.
Grønland varðveitir møguleikan at fiska 2.000 tons av teirri svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi, sum landið hevur fingið tillutað gjøgnum NEAFC. Eitt grønlendskt línuskip kann royna eftir botnfiski í føroyskum sjógvi í upp til 60 dagar.

Føroyar og Grønland hava havt sínámillum fiskiveiðiavtalur síðan 1997.