Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
Tá ein av okkara ungu monnum lat lív hevur givið okkum sum varða av sjófólkinum, nakað at hugsa um.
Er tað so at trygdin kan verða betri, eigur tað at verða gjørt beinanvegin. Tað má ikki vera so at fiskimenn liva í einari trygd sum ikki er har tá ástendur.
Vit kenna ikki umstøðurnar, tá vanlukkan umborð á Polarhav hendi, men vit kunnu bara undrast á, at onki var gjørt. Aðrastaðni eru læknar knýttir at tyrlutænastuni og um líkindir ikki eru at taka skaddar menn av skipi, vita vit at læknar eru settir niður á skip undir truplum veðurumstøðum. Er hettar við í okkara tilbúgving?
Syndarligi tilburðurin umborð á Polarhav, sum fekk ringast hugsandi fylgjur
14. november 2009
Tað er ofta lætt at verða eftirklókur, men hetta er fyri okkum eitt sera stórt álvarsmál, sum má takast upp til eftirmetingar.
Veðurumstøðurnar við Føroyar kenna vit á vetrardegi og mugu vit so vera útgjørdir hareftir, tí halda vit at syndarliga vanlukkan umborð á Polarhav eigur at fáa tað eftirspæl, at øll vanlukkutilbúgvingin má eftirhyggjast av nýggjum, tí at tað er oftast í vánaligum veðri, at vanlukkarnar henda.
Vit í Føroya Reiðarafelag drýpa høvur og minnast Hilbert Blástein og vísa okkara størstu samkenslu við teimum, sum eftirsita og hava mist so nógv.