Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
Miðvingar hava keypt nýtt frystiskip
10. november 2009
Seinnapartin í dag keypti Pf. Northwest Pelagic í Miðvági nýtt skip, sum hevur fingið navnið Atlantsfarið. Dánjal Joensen Reiðari sigur, at skipið er keypt úr Noregi og er fyrrverandi pelagiski frystiskipi Magnarson
Nýggja Atlantsfarið hevur RSW-tangar og frysting, er 56 metur langt og 11 metur breitt og lastar 700 tons í tangunum og 550 tons av frystum.
Skipið er bygt í 1990 á Hellesøy Skipsbyggeri, og var upprunaliga bygt til íslendska felagið Birtingur, og so seinni selt til Magnarson AS í Noregi.
Dánjal Johansen, skipari og reiðari, sum hevur keypt skipið saman við øðrum, sigur við Vágaportalin í kvøld, at væntandi kemur Atlantsfarið til Føroyar fyrst í komandi viku, áðrenn farið verður til fiskiskap.
Atlantsfarið er í Skagen í løtuni og verður eftirhugt og onkrar umvælingar gjørdar.
Viðvíkjandi gamla Atlantsfarinum, sum nú eitur Farið, so sigur Dánjal Johansen, at eitt felag í Marokko hevur víst skipinum áhuga, og væntandi verður henda sølan klár, tá ið ymisk viðurskifti við loyvum og øðrum eru fingin uppá pláss.
Atlantsfarið kostar um 50 milliónir krónur nú tað er yvirtikið í dag av Pf. Northwest Pelagic í Miðvági.