Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
NEAFC Stongdar leiðir 2009
Um økisfelagsskapin fyri samstarv um fiskivinnu
í landnyrðingspartinum av Atlantshavi
NEAFC
23. oktober 2009

Víða havið - NEAFC umsitingarøkið  (Regulatory Area) - í NEAFC sáttmálaøkinum
eru gulu økini á kortinum.
Sáttmálapartanir í NEAFC eru Danmark (vegna Føroyar og Grønland), ES, Ísland, Noreg og Russland. 5 lond, sum ikki eru sáttmálapartar, eru samstarvspartar. Tey eru: Kanada, Belize, Cook oyggjarnar, Japan og New Zealand.
NEAFC søgan

Fyrireikingar til at gera ein sáttmála um fiskiskap í Norðuratlantshavi gongur aftur til tríatiárini í farnu øld. Hildin var í London 23. – 28. november 1936 sonevnda ”Overfishing Conference” .

2. Heimsbardagi kom í millum og ikki fyrr enn  5. – 8. mai 1953 var aftur fundur í “Permanent Commission”  í  London  og í 1959 kom so fyrsti NEAFC sáttmálin í gildi.

Eftir at sjómørkini fóru út í 1977 var tørvur á nýggjum NEAFC sáttmála. Hann kom í gildi í 1982. 

Í 2001  samtyktu partarnir at fara undir at gera ábøtur á sáttmálan.  Rættarstøðan á víðum havi broyttist í nítiárunum.  2004  samdust partarnir um skjóta semingsskipan (dispute settlement) og í 2006 um dagføring av sáttmálanum. Í hesum sambandið varð dentur lagdur á Havrættarsáttmálan hjá ST (UNCLOS) frá 1982,  sum kom í gildi í 1995,  ST sáttmálan um fiskastovnar frá 1995, sum kom í gildi í  2001 FAO sáttmálan um reglulýdni (compliance) frá 1993 og leiðreglurnar hjá FAO fyri  ábyrgdarfullum fiskiskapi (Code of Conduct for Responsible Fisheries) frá 1995.  Ásetingar í hesum sáttmálum um at verja tilfeingið í havinum, at nýta besta vísindaligu ráðgeving sum grundarlag, at nýta fyrivarnis- og vistskipanarregluna vóru tiknar inn  í sáttmálan og ein endamálsgrein varð orðað:
 
“Endamálið hjá NEAFC er at tryggja at fiskatilfeingið í NEAFC sáttmálaøkinum verður vart og gagnnýtt á besta hátt, so tað kann vera grundarlag undir búskaparligum, umhvørvisligum og samfelagsligum gagni.

Hetta er í samljóð við tað sum er ásett í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap frá 1994  í § 2


Altjóða rák
Umframt altjóða havrætt og millumlanda sáttmálar eru sterk rák í heiminum fyri at verja umhvørvið. Víst kann vera til heimsfundir á høgum stigi í Rio de Janeiro í  1992 og í Johannesburg í 2002. Í 2002 bundu lond seg til byggja niðurfiskaðar fiskastovnar uppaftur og fáa veiðitrýstið stillað ájavnt við langtíðarburðardygga veiðu ( MBU) ella bestu búskaparligu veiðu, ( BBÚ). Haraftrat hevur ST aðalfundurin seinastu árini roynt at blanda seg í umsiting av havinum. Stórt trýst hevur verið móti fiskiskapi frá stórum umhvørvisfelagsskapum og eitt vaksandi trýst frá brúkarunum, teimum sum keypa fiskin
Takið er at fáa javnvág millum at gagnnýta og varðveita


Økisfelagsskapir í  Norðuratlantshavi

-  NEAFC, NAFO, ICCAT, NASCO, NAMMCO  (Føroyar eru við í øllum, so ella so)

- OSPAR , sum fæst við dálking og umhvørvið yvirhøvur og blandar seg eisini í
  fiskiskap. (Føroyar eru undir donskum limaskapi)

-  ICES sum skipar fyri vísindaligari ráðgeving til NEAFC og londini í landnyrðingspartin
  um av atlantshavi  (Føroyar eru eygleiðarar)


Samstarv í landnyrðingsparturin av atlantshavi

Nógv fiskivinnusamstarv er millum londini í okkara parti av heiminum.

Tvívegis samstarv um veiðirættindi. T.d. millum Russland og Føroyar
Strandalandssamstarv  fyri hvønn fiskastovn sær
Kongafiskur í Irmingerhavinum:   Grønland, Ísland og Føroyar
Makrelur: ES, Føroyar og Noreg
Norðhavssild:  ES, Føroyar, Ísland  og Noreg
Svartkjaftur:  ES, Føroyar, Ísland, Noreg og Russland
Samstarv í økisfelagsskapi sum NEAFC sum ásetur tiltøk fyri fiskiskapin á víðum havi fyri hesar fiskastovnar og fyri djúphavsfiskiskapi o.ø.


Vísindalig ráðgeving

NEAFC hevur ein sáttmála við ICES um at ICES – fyri eitt gjald -  stendur fyri vísindaligu ráðgevingini, sum NEAFC hevur tørv á. Hvørt árið sendir NEAFC skriv til ICES, sum nágreiniliga  setur út hvussu NEAFC vil hava ráðgevingina.

Henda ráðgeving er  grundarlagið undir fyrisitingartiltøkunum, sum NEAFC setur í verk.


Samanfating av úrslitum í NEAFC

Í samband við dagin hjá heimshøvunum, World Ocean Day, 7 juni 2009 sendi NEAFC út tíðindaskriv sum greiddi frá hvussu felagsskapurin hevur ment seg seinastu 10 árini. Samstundis almannakunngjørdi felagsskapurin fyrstu frágreiðing sína um støðuna í fiskastovnum og fiskiskapi, sum NEAFC hevur ábyrgdina av. Alt hetta sæst á heimasíðu NEAFC’s www.neafc.org

Tað hevur higartil eydnast limalondunum  í NEAFC  - ES, Ísland, Føroyar og Grønland, Noreg og Russland – at semjast um týdningarmikil mál viðvíkjandi stovnsrøkt og varðveiting av náttúruni.  Ì hesum hevur NEAFC møtt krøvum hesum viðvíkjandi í altjóða lóg .

NEAFC hevur fingið allar týdningarmiklar stovnar norðhavssild, svartkjaft, makrel, kongafisk og djúphavsfiskasløg undir fasta umsiting og hevur fyri at verja viðkvæmar vistskipanir í havinum við fyrivarnisregluni sum grundarlag friða stórar leiðir á mið-atlantiska rygginum og á Hatton og Rockall  Banka. Samstundis eru reglurnar  reglurnar fyri at brúka botntrol á djúpum havi herdar.

NEAFC hevur eina sterka veiðieftirlitsskipan og hevur havt serliga góð úrslit í royndunum at steðga veiðuni hjá bátum undir hentleikaflaggi og at steðga møguleikunum at fáa“svarta”, ólógliga veiði til marknaðirnar í Evropa, samanfatað at steðga ÓÓÓ fiskiskapi, (IUU fishing),  veiða sum er ólógligi, óregulerað ella ófráboðað.

Umsitingin  av Norðurhavssildini gevur kanska bestu mynd av samstarvinum í NEAFC. Við tiltøkum í einstøkum limalondunum og semjum í NEAFC hevur tað eydnast at byggja upp aftur norðhavssildina at kalla til tað hon var eftir seinna heimsbardaga. Hetta  sæst á farstrikuni niðan fyri, sum vísir gýtingarstovnin frá 1950 til 2008.

Víddin á hesum stongdum leiðum er  333,000 km² er eitt øki størri enn Stórabretland og Írland tilsamans.