Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Kann veðurfyribrigdi í Kyrrahavinum ávirka fiskaríið um okkara leiðir
12. oktober 2009


Eitt fyribrigdi í natúruni,  sum hevur hugtikið meg í mong ár,  er hav-luftstreymurin kallaður El Nino.
Frá  nevnda  virki  bleiv  víst á ymist,  sum ávirkaði prísgrundarlagi fyri ásetan  av avreiðingarprísinum. Tá íð hálv vánaligur prísur var,  bleiv mangan skylda uppá, at við tað, at teir høvdu  ov líttla rávøru, so   bleiv framleiðslukostnaðurin  o.a.  ov høgur.   Tá so aðrar tíðir fiskaprísurin fór heilt í botn, bleiv skuldin løgd á tann góða fiskiskapin,  sum var á fiskileiðunum uttan fyri Peru og  Chile, sum hevði tað ávirkan á fiskamjølmarknaðin,  at hesin  fór  í botn.   Til aðrar tíðir var hetta øvugt.   Nú var fiskiskapurin heilt  miseyðnaður hjá hesum londum, og ti kundi avreiðingarprísurin verða munandi hægri í Føroyum   vegna ov lítið av fiskamjøli  á heimsmarknaðinum.  Hesar stóru prísbroytingar  kundu til tíðir vísa seg at koma knappliga á.

Hetta  var tað,  sum gjørdi, at eg fór at royna at finna onkra orsøk til, hví  fiskiskapurin vísti seg at vera so misjavnur hjá  hesum londum.  Eisini komst tað av,  at eg  sum táverandi  formaður í felagnum Ídnaðarskip  skuldi kunna svara limunum,  hvi  avreiðingarprísinir á ídnaðarfiski  vóru so skiftandi.

Eftir at hava kannað ymist, fann eg fram til, at ein av høvuðsorsøkinum til hesar ovurstóru broytingar í fiskiskapinum hjá hesum áður nevndu londum, var ein hav- og luftstreymur,  sum kallaðist El Nino.

Tað var ikki ættlan mín her at geva meg út fyri at vera serkønan í hesum veðurfyribrygdi,  tí skrivliga tilfarið um hetta evni fyllur upp í heilar lastbilar.


Hvat er El Nino fyribrygdi  

El nino er eitt  veðurfyribrigdi,  sum er kent í túsundar av árum. Tó er at siga, at ikki fyrrenn aftaná tað máttmiklu El Nino í 1957, kom rættilig gongd á at granska hetta fyribrigdi.

El Nino byrjar altíð við óvanligum hita  í tropiska økinum í Kyrrahavinum,   yvir ímót Australia og norður ímóti Borneo, Sumatra og síðani yvir aftur ímóti Mið- og Suðuramerika.   Sjógvur og luft blíva so  ógvusliga  upphitað,  at bæði  fiskur,  korallir og onnur havdjór doyggja,  um tey ikki klára at flýggja í kaldari sjógv/vatn,  (sjálvandi er ikki lætt hjá korallunum at flýggja)  t.d. kan nevnast,  at í 1983 kom hitin á fleiri  støðum í Kyrrahavinum heilt uppí 7 stig hægri enn meðal.   Tó  tann mest vanliga upphitingin av El Nino  er umleið 2-4 stig.
Í kjalarvatninum av El Nino  eru ofta sera stórar veðurlagsbroytingar um so at siga allan heimin.  Á sunnaru hálvu, serliga í Kyrrahavinum, eru ógvusligar orkanir.   Í Kina og har um vegir er oftani ógvusligt glopraregn,   og  í Australia  nógvur turkur.  Meðan á norðaru hálvu eru ofta vetrarnir í vestara parti,  t.d.Alaska,  heldur líggjari, meðan teir eru kaldari eystanfyri ,  men tó eru  ymiskar meiningar um hetta.   Onkur  søgugranskari  hevur  enntá havt  hug at geva El Nino skuldina fyri,  at Týskararnir í bítandi kulda taptu slagið við Stalingrad ímóti Russum í seinnra  veraldarbardaga

Tað hevur víst seg í kanningum,  at El Nino er tiltakandi hvørt 6-7 ár.  Tó hevur verið styttri ímillum tey seinnu árini,  serliga í 1990 árunum.  Misjavnt er,  hvussu ógvuslig hon er.  Tá  El Nino liggur í dvala,  verður hon kallað La Nina,  og er tá sjóvarhitin lægri og til tíðir lægri enn  meðal  í  pørtum av Kyrrahavinum.

Hevur El nino nakað at gera við fiskiskapin og vakstrarumstøðunar av fiski við Føroyar?

Eftir gjølla  at  hava kannað og sammet  tey góðu og vánaligu fiskiárini við Føroyar  við tey ymisku skiftandi  El Nino og La Nina  tíðarskeiðini  heilt frá 1600 talinum, tó mest frá ár 1900 til 2000 árini ber nógv á tað borið,  at so er.

Vit kunnu hyggja eftir tveimum teimum feskastu dømunum,  vit hava,  áðrenn vit hyggja longur aftur í tíðina.   Tey ár, sum eg minnist skjótastu og størstu broyting  í fiskiskapi við Føroyar,   serliga toskafiskiskapi ,  er 1983 og 1994.  Hesu bæði  árini kløkkaðu mangan reiðara, fiskimann og  fiskifrøðing, og eingin hevur enn givið nøktandi svar uppá,  hvat  tað var,  sum hendi,   og orsøkina.  Onkur hevur roynt at verið  eftirklókur,  men lítið hald hevur verið í.
Áhugin fyri  hesum fyribrigdi  vaktist,  tá  vit fyrst  í  1970 árunum høvdu  skip,  sum veiddu  ídnaðarfisk í Norðsjónum.   Síðani  tá  havi eg  við stórum áhuga fylgt gongdini hjá hesum sjáldsama fyribrigdi .

At hesin áhugi vaktist  komst av,  at okkara  skip fyri tað mesta avreiddu  sína veiðu í Føroyum,  og vegna tað,  at Føroyar bert høvdu tað eina virkið,  sum tók ímóti størri nøgdum av ídnaðarfiski,  og at tað  tí  mangan varð  nógv  kjak og togan um tann avreiðingarprís,   sum skipini fingu.
Osmund Justinussen
Reiðari
Taka vit árið 1982,  so var støðan so vánalig  í Føroyum,  at allur flotin var við at fara á húsagang, og fleiri  fóru. Tað vóru stak ring veðurlíkindi.  Frá umleið  15. august var summarveðrið  liðugt,  og illveðrið  helmaði  ikki í  allan veturin,  líka til seinna partin í januar 1983. Lítið kom burtur úr fiskiskapi,  og lítið varð at fáa av fiski,  og útlitini fyri  fiskiskapið vóru vánalig.

Aftaná 20. januar bliðkaði veðrið,  og trolarar,  sum høvdu ligið leingi við kei, men tó høvdu gjørt onkra  lítla roynd,  tá viðraði, fóru út at fiska.  Tað vóru glómur í monnum, tá  teir hálaðu fyrstu ferð. Eingin væntaði  tað stóra,  men tá  trolini komu á borð,  vóru bæði posi og bellur fullir av toski, hýsu  og upsa.   Hildið bleiv,  at hetta mundi bert verða eitt eingangs fyribrigdi,  men so bleiv ikki.  Nei,  tann sera góði  fiskiskapurin helt  áframm alt 1983 og 1984 og langt út í 1985.

Meðan hetta hendi við Føroyar,  hevði  El NIno tikið til í styrki og var nú komin í hæddina í 1983.  Hon rasaði  í Kyrrahavinum og tvørtur um Mið-Amerika,  ja, ein  tann harðasta,  sum menn vita um at siga.  Hetta orsakaði, at hitin á havstreymunum  broyttist  munandi  í Kyrrahavinum og á flestu høvum.  Tað sigst, at skaðin av hesi El Nino kostaði  londunum har um vegir og runt um í heiminum ómetaligar peningauphæddir.
Taka vit árðini 1992-1994, so vóru Føroyar  í ovurstórari  kreppu av nógvum samanfallandi umstøðum. T.d. hevði  fiskiskapurin verið  sera vánaligur 2 tey undanfarnu árini,  og útlitini frá fiskifrøðini vóru so ræðandi,  sum eingin hevði sæð ella hoyrt um áður,  ja,  ivasamt var um toskastovnurin nakrantíð kom fyri seg aftur.   Ikki kundu vit  vænta  at síggja fisk aftur,  fyrr enn í fyrsta lagi aftaná ár 2000. Fólk flýddu av landinum í hópatali, tí her bleiv ikki búgvandi  longur.  Kvotur blivu settar á,  hvat veiðast kundi,  og blivu serliga toskakvoturnar settar so lágt,  at menn kundu næstan bera  tær  á nakkanum til hús.

Men til alla lukku  rýmdu  ikki øll av landinum.  Nøkur vónaðu,  at føroyski  serkunnleikin   saman við donskum serfrøðingum og embætismonnum tóku feil ,  og fóru tískil útaftur at fiska.  Hvat síðani hendi,  minnast  óivað  tey flestu.    Árini frá 1994 til 2000 blivu í staðin tey bestu  fiskiárini,  sum hava verið við Føroyar í manna minni,  meðan serfrøðin fekk eitt ógvusligt bakkast og misti so nógv trúðvirði, at illa hevur gingið at fóta sær aftur.  Eisini á hesum sinni var tað soleiðis,  at El Nino byrjaði at taka til seinnapartin í 1991 og kom í hæddina í 1994,  fyri síðani at avtaka nakað,  men tók so  aftur  dik á seg longu í 1996 og vardi heilt til 1999.  Hetta kallaðist  ein dupult El nino,  og  er ein tann longstvarðandi  og kraftigasta í 1900-talinum. Øll hesi árini helt fiskiskapurin sær á sera høgum støði við Føroyar.


Hendan talvan  vísir samanfallið  ímillum nøkur góð fiskiskiár við Føroyar og máttmikla el Nino

1899-1900Sera góður fiskiskapurmáttmikil El Nino   

1918-1920Sera góður fiskiskapr  máttmikil El Nino

1940-1942Sera góður fiskiskapurmáttmikil El Nino

1957-1958Góður fiskiskapur       máttmikil Elnino

1966-1968Góður fiskiskapur       måttmikil El Nino

1983-1985Bestu  ár til toskafiskiskap sera máttmikil El Nino

1994-1999Sera góð fiskiár        sera máttmikil El Nino
                                                                                                                     
Í hesum sama tíðarskeiði hava eisini verið fleiri veikari El Nino.  Tey árini, tá El  Nino hevur ligið í dvala,  hava  verið vánalig til fiskiskap við Føroyar.


Hvussu kann El Nino ávirka fiskiskapin á okkara leiðum?

Eg havi ikki nakað fullgreitt svar, men vil bert  vísa á,  at tað samanfallið,  sum verið hevur  hesi  árini ímillum  El Nino-fyribrigdi og fiskiskapin við Føroyar,  er ein veruleiki .  Hvat  íð er høvðusorsøkin til hesar stóru og óvanliga skjótu  broytingar í fiskiskapinum,   er trupult at meta um.   Kann tað vera
                                                                                                                                                                 4.

hitin í sjónum?   Hóast vit  vita,  at hann ikki broytist  nógv um okkara leiðir av El Nino,  so broytist hann tó nakað hesi árini,  tá  hon er í hæddini.   Er hetta orsøkin?  Somuleiðis broytist  eisini  luftrákið nakað   yvir norðurhøv.  Vísast kann á, at gróðurin í sjónum og ætið  eru  skjótt  vaksandi  um okkara leiðir, hvørja  ferð  El Nino tekur til og kemur í hæddina, og minkandi,  tá hon er avtakandi.  Uttan iva  eru   tað eisini heilt onnur fyribrygdi,  ið henda,   sum einki svar fæst  uppá  enn,  men sum kanska  kemur fram seinni. 

Væl  vita teir,  sum fiska,  og tey,  sum fáast við fiskivinnu , eins og fiskifrøðingar, at fiskur dettur ikki úr luftini. T.d.  eru  toskur,  hýsa og upsi  um 3-5 ára gomul,  áðrenn tey nakað munandi koma inn í fiskiskapin.   Spurningurin er so,  hvussu  tað ber  til,  at tann 3-5 ára gamli fiskurin, sum ein lítið hevði  verið  varugur við frammanundan,  bæði  við gýting og yvirlitstrolingum,  so brádliga kemur inn í fiskiskapin,  tá  El Nino mennist og kemur í hæddina.  Kemur hann møguliga aðrastaðni frá?  Hevur hann ferðast uppi í sjónum,  ella staðið leysur frá botni  vegna kaldari sjógv við botnin, tá La Nina hevði  yvirtakið,  og El Nino lá í dvala,  t.d. frá 1989- 1991, og eisini nú frá 2003- 2008 ella hvat?

El  Nino byrjaði aftur at taka til í styrki  seinasta  vetur.   Hvussu kraftig hon blívur hesaferð,  er ilt at siga, men seinastu  metingarnar vísa  framvegis,  at hon enn er tiltakandi

Meira  av gróðuri og æti var  í summar.   Havhestaungarnir  vóru fleiri enn  í mong ár,  og hartil feitir.   Kanska  verður meiri  toskur at fáa,  nú ið dagarnir styttast og næturnar leingjast.  Tað vildi kanska  verið eitt sindur bannset  at  ynskt  El Nino  ov kraftiga á hesum sinni, fyri at vit -  sløk  50.000 menniskju - skullu fáa betri  fiskiskap og njóta  tilveruna,  meðan 10 tals millionir av fólki  skullu líða hall og hungur í Suðuramerika,  og  Kinesararnir  ganga uppundir miðu á sínum rísmarkum í vætu,  meðan Australiar torna upp av turki.  - Men hevur ikki onkur sagt,  at eitt  manns  deyð er annans manns breyð.   Jú, sannast má,  at hettar er ein  miskunnarleysur heimur,  vit liva í.

Kanska kundi tað verði  áhugavert hjá fiski-  og fuglafrøðingum at hugt eitt sindur meiri eftir, hvussu El Nino  háttar sær,  tá  teir í  framtíðini  gera metingar og tilráðingar fyri Føroya-øki  og  harvið  økt munandi um neyvleikan.

Endamálið við hesi  grein er at varpa ljós á hetta fyribrigdi, soleiðis  at tey,  sum hava umstøður og tíð kundu granska meiri á hesum øki,  og funni  framm til,  um hettar fyribrigdi  ikki eisini man  ávirka okkara havøki,   og harvið eisini  okkara  fiskastovnar og fuglameingi  og teirra liviumstøður.   Hetta er  uttan iva eina gransking vert.

Sjálvandi veit eg,  at trupult er at meta um tað, sum svimur í sjónum.   Og sum Íslendingurin segði á sinni:  “Tað tykist mær løgið,  at fiskifrøðingar skullu vita,  hvussu mangir fiskar svimja runt Ísland, tá   hestabøndurnir  ikki kunnu vita,  hvussu mangir hestar eru til á landi í íslandi. Ein skuldi trúð at tað var lættari at talt hestarnar.”