Bitland: Í nógv ár hava globalar mátingar víst óbroytt hitastig á jørðini. Nýggjastu mátingar benda tó á, at jørðin aftur er ávegis inn í eitt óvanliga heitt tíðarskeið.
Júst farna summarið var tað næstheitasta, ið nakrantíð er mált. Í 1998 var heitasta summar nakrantíð mált, og hetta var ávirkað av eini sera sterkari El Nino, ið er eitt náttúrufyribrigdið, ið útjavnar hita millum hav og luft.
Nú er ein veikari útgáva av hesum náttúrufyribrigdi við til at skrúva upp fyri globalu upphitingini:
· Globali havhitin fyri juni, juli og august var tann heitasti, sum nakrantíð er máldur.
· August var í heila tikið tann heitasti mánaðurin nakrantíð, sum er máldur á syðru hálvkúlu.
· Globalt sæð, varð august mánaður tann næstheitasti, við 0.62 hitastigum yvir normalin.
Granskingarleiðari á DMI, Jens Hesselbjerg sigur, at hitalopið er áhugavert, tí núverandi El Nino enn er av rættiliga veikum slag.
“Tá august-metið varð sett fyri 11 árum síðani, var tað undir ávirkan av sterkastu El Nino nakrantíð í 20. øld”.
Hann leggur dent á, at hitabroytingar yvir mánaðir til áratíggju ikki eru avgerandi fyri metingina av globalu upphitingini. Hvørki tá tær toga upp ella niður.
“Tað gevur í veruleikanum bert meining at hyggja eftir hitabroytingunum yvir longri tíðarskeiðir. Vanligt velja klimatologar eitt 30-ára tíðarskeið, sum vísir seg at vera ein tíðarkarmur, sum dempar týðandi sveiggj í hitakurvuni”, leggur Jens Hesselbjerg dent á.