Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Fundurin, ið skuldi verða mánadagin, var útsetur til mikudagin, men einki kom burtur úr.
08. oktober 2009

Norsk Skip hava enn sama tupuleika, teir fáa ongan makrel í norskum sjógvi og kunnu ikki fiska í ES-sjógv

Norra hevur fiskað helvtina av síni kvotu í ES-sjógvi, og har endar samstarvið millum ES og Norra.
ósemja hedldur fram millum ES og Norra
um makrelavtaluna
Ein regla í avtaluni millum ES og Norra var, at teir hvør sær kundu fiska eina helvt av kvotuni inni hjá hvørjum øðrum.

Hendan reglan hevur ongantíð verið aktuell, men í ár vísir tað seg, at makrelurin kemur ikki inn í norskan sjógv, og tí uppstendur hesin trupuleiki.

Hettar var nakað sum okkara expertar í vinnuni Kristian Martin Rasmussen og  Arni Hansen forútsøgdu longu fyri fleiri mánaðum síðan.

Tað sum teir vístu  á var, at makrelurin kundi taka sama mynstri uppaftur sum var í 70'inum, har makrelurin ikki kom inn í norskan sjógv.

Avleiðingin av tí er, at Føroyar kemur at verða enn meira aksan í feringarmynstrinum hjá makrelinum.