Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
ósemja er millum ES og Norra
um makrelavtaluna
Norsk skip fingu boð um at gevast við makrelveiðuni í  ES-sjógvi náttina til fríggjadagin.
05. oktober 2009

Norsk bløð hava skrivað í vikuskiftinum um, at stríð hevur tikið seg upp millum Norra og ES, um tolking av makrelavtaluni, og tí er norsk skip biðin um at fara úr ES-sjógvi.
Vanliga plaga norsk skip at byrja sína veiðu eftir makreli í september í norskum sjógvi, men av tí,  at makrelurin er ikki  komin í norskan sjógv í sama mun, sum hann plagar, so hava norsku skipini fiska í ES-sjógvi, men fríggjadagin gav ES norsku skipinum boð um at fara úr ES-sjógvi, grunda á at teir ikki tulka avtaluna eins.

Hettar kemur sera illa við hjá norsku skipunum, tí sum tað sær út í løtuni, verður ikki tann stóri fiskiskapurin í norskum sjógvi, og tí nevnir Stjórin í “Fiskebådernes Forbund” Audun Maråk til blaði NTB, at Norra kann koma at missa eitt útflutningsvirði á 1. milliard NOK, um hendan trætan ikki verður loyst.

Maråk sigur eisini, at hettar er eitt klárt brot á avtaluna, ið er millum Norra, ES og Føroyar.

Norðmenn eru á gosi um støðuna teir eru komnir í, og Fiskeribladet.no, brúkar yvirskriftina “Norge i  “makrellkrig” med EU”.

Norra og ES hava avgjørt, at tosa um henda trupulleika á fundi í London í dag, og vit ganga út frá at Føroyar hava umboð á fundinum, so kanska vit koma at frætta hvat niðurstøðan á fundinum verður.