Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
Àheitan frá Felaginum Línuskip til avvarandi myndugleikar
01. oktober 2009
Tað hevur verið nógv kjak um línuskip og línuveiðu ímillum fólk og fjølmiðlar í seinastuni. Tað má sigast at vera gott, at áhugi er fyri línuveiðini, men grundin til hetta kjakið, er út frá tí støðu, línuskipini eru komin í, eftir at fíggjarkreppan tók dik á seg, og førdi við sær, at prísurin at línuveiddum fiski er hálveraður.
Vit í nevndini í Felaginum Línuskip hava sitið saman og viðgjørt støðuna hjá línuskipunum. Niðurstøðan, vit eru kominir til, er, at línuskipini nú hava tveir høvustrupuleikar.
Tann fyrri trupuleikin er tann stuttsiktaði, ið er grundaður á fíggjarkreppuna, meðan hin seinri er meira langsigtaður. Tann trupuleikin kemst av tí stóra niðurskurði í døgum, ið skipini hava verið fyri seinastu árini. Tí er ein skipað tillaging neyðug, fyri at bøta um hesi viðurskiftir.
Jóhannus M. Olsen
formaður í
Felagnum Línuskip
Fyrst vilja vit slá heilt fast: Vit haldi ikki, at ov nógvir fiskidagar eru í Línubólkinum, men vit meta tó, at tað eru ov nógv skip í bólkinum, í mun til teir dagar bólkurin hevur.
Fiskidagarnir eru skornir við uml. 35 % tilsamans, og hetta viðførir, at nú eru bert uml. 2900 dagar eftir i bólkinum til 24 loyvir, soleiðis at alt ov lítið av døgum eru í part til hvørt skipið.
Fyri at kunna rekast optimalt, skal eitt línuskip helstst hava ímeðal uml. 170 dagar á føroyska landgrunninum, saman við Íslandskvotuni. Skal hetta mál røkkast, meta vit, at rætta talið av línuskipum í bólki 3 átti at verið uml. 17 skip.
Fyri at náa hesum máli, at fáa javnvág aftur í línuflotan, so mugu allir partar, sum vara av línuveiðuni, seta seg saman at finna bestu loysnina. Hetta merkir, at vit sum eiga skipini, saman við Fiskimálastýrinum og bankunum í felag koma til besta mátan at tillaga flotan.
Ì londunum rundan um okkum er mest vanligi mátin at minka um talið av skipun, at gera eina upphøggingarskipan. Hetta er nakað, ið tiltalar okkum, men vit fara við opnum sinni inn í hetta kjakið , fyri at vita, hvat hinir partarnir meina.
