Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Svar til Atla Hansen
28. september 2009


Eftri at hava lisið greinina hjá Alta Hansen komi eg til tað niðurstøðu at Atli Hansen, fyri tað mesta hevur lisið millum reglurnar heldur enn reglurnar sjálvar. Tí hevði tað verði helst verði gott um Atli kundi lisi greinina umaftur við teimum røttu brillunum.

Nú kenni eg ikki nógv til fótbólt, men rokni við, at um ein av liðfelagunum byrjar av spæla skeivan veg á vøllinum, og gerð ov nóg sjálvmál, so er neyðugt at greiða honum frá , at tað er í hinum endanum, at skorðast skal. Hetta er neyðugt óansæð hvussu nógv mál ein hevur skorða í rætta endanum frammanundan.

Orsøkin til, at eg komi við einum svari til greinain hjá Atla Hansen, er tí at hann pástendur, at lagt verður upp til bara at krevja vilt og slíta tá samráðingar eru. Er tað tilmæli frá Reiðarafelagnum um makrelin ið Atli sipar til er hetta ikki rætt. At tað verður lagt upp nakað tílíkt

Eg taki hattin av fyri nevndini í Reiðarafelagnum við Viberg Sørensen á odda, at teir hava lagt tað linjuna, har teir vilja samla vitanina í vinnuni, seta tað saman við fakta og út frá tí gerða tilmæli til fiskimálaráðið. Hettar er ein sera konstruktivur mátið at arbeiða uppá, tí tá hava samráðingarfólkini fleiri grundgevingar og eru nógv betur fyrireika tá samráðingarnar eru.

Í fyrsta umfari hevur henda linja ført til eitt tilmæli um makrelin.

Fyri at tað ikki skulu vera nakrar misskiljingar, um hvat er lagt upp til frá Reiðarafelagnum, vil eg her endurgeva  fyrstu síðina, har tað stendur : “Tilmali um makrelin” og tað veit Atli Hansen. Eitt tilmæli er eitt tilmæli.
Eg vil endurgeva seinastu síðina í tilmælinum, so kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um hvat Reiðarafelagið leggur upp til.

“Føroysk støðutakan er neyðug

Um vit føroyingar halda okkum eiga rætt til meira tilfeingi enn okkum er tilluta so er alneyðugt at gera arbeiði fyri at vísa á, at so er.

Tí tað er eingin møguleika at vísa á nakað konkret, so leingi vit ikki hava nakra veruliga veiðu við Føroyar eftir makreli.

Vit er noyddir at verða so væl fyrireikir til samráðingarnar, at vit tosa til sunna fornuft hjá pørtunum vit hava avtalu við.

Um tað ikki røkkur, eru vit noydd til at takað orðatakið hjá oljuvinnuni til okkum, ið sigur:  "The only way to find oil is by drilling"”

Hvussu samráðingarnar skulu fara fram, gangi eg út frá Reiðarafelagið letur upp til strategarnar í fiskimálaráðnum.

Árni M. Dam