Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802

Makrel-stimarnir standa enn tættir inn til føroysku Strendurnar - skrivar Chris Jan Mikkelsen á www.sudurras1.com
25. september 2009
Hann skrivar: Triðja ár á rað hevur makrelurin funnið inn til føroysku strendurnar. Longri og longri tykist hann at dvølja her, og nógv er til av honum. Tað ber illa til at veiða hann, tí eingin er, sum tekur ímóti og kann virka hann til útflutnings. Útróðrarmenn halda tað er harmiligt at hesi virði fara til spillis.
Nú ber illa til at rokna neyvt hvussu nógv virði vit tosa um, men taka vit eitt dømi at bátur fiskar 500 kg hvønn dagin í ein mánaða(hetta er ífylgi útróðrar-monnunum lágt sett). Teir hava um 15 útróðrardagar og gevur tað so 7.500 kg. Meta vit at 12 bátar avreiða, hava vit 90.000 kg. Við einum avreiðingarprísi uppá 3kr/kg gevur tað 270.000 kr.
Hugsa vit okkum eina sesong uppá 3 mánaðir hava vit eitt avreiðingarvirði uppá 810.000. Men útflutningsvirði er kanska tað dupulta. Hetta dømi er bert roknað uppá Tvøroyri, so um útróðrarflotin kring landið legði seg eftir makrelinum, komu vit upp í størri tøl.
Tað sum sjálvandi gevur afturhaldni, eru vánirnar fyri at makrelurin fer at vitja ár um ár. Men sum sagt, síðsti útróðrardagur var fyri viku síðani og tá stóðu stimarnir tættir. So leingi hevur hann ongantíð fyrr staðið inni á grunnunum.
Men hvør veit, kanska hetta er grundarlag fyri einari verkætlan. skrivar hann at enda.
Eftir okkara meting ein sera áhugaverd grein.

Chris Jan Mikkelsen, Tvøroyri
útróðrarmaður
skrivar á
www.sudurras1.com