Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Brestir
Sørvágstrolarin Brestir er nú liðugur við fiskiskapin í Eysturgrønlandi.
24. september 2009

Teir fóru fyrsta túrin 7 juni og hava gjørt 6 túrar. Fiskiskapurin hevur verið hampuligur, teir hava avreitt fyri 1,2 mill kr. í meðal fyri túrin.

Teir siga frá nógvum kongafiski har yviri, seinasta túrin høvdu teir 80 tons av kongafiski sum teir brúktu minni enn 2 tímar togtíð uppá.

Prísurin á feskum kongafisi hevur verið vánaligur seinastu tíðina, helst tí at so lítið hevur verið á markaðinum í langar tíðir. Seinasta túrin landaðu teir í Hanstholm, kongafiskurin ferð til Bremerhaven og vóna teir einar 10 kr fyri kiloið har.

Fiskiskapurin hjá teimum línubátunum sum hava loyvi til Eysturgrønland, hevur ikki vignast nakað serligt í ár.