Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Ein løgin áskoðan á okkara fiskidagaskipan
24. september 2009


Her um dagarnir kann ein lesa um at stjórin á Havstovu Føroya ikki er nøgdur við okkara fiskidagaskipan og tað, at hann í fyrilestri í útlondum hevur víst á, at fiskidagaskipanin er beinleiðis skaðilig, kemur eisini at skaða okkum sum fiskiveiðutjóð. Einhvør hevur loyvi at hava sína meining og í sosialinum og í fyrilestri í Reykjavík, segði Hjalti so sína meining.

  At vit føroyingar eru fullir av undirlutakennslum og bara nikka og knæla fyri  øllum útlendingum, kemst av eini einastu orsøk og hon er, at vit ikki sjálvir eiga tað land og tað  ríkidømi sum svimur á okkara havleiðum, vit eru stýrdir av øðrum og tað hevur sogið seg fast í sinni hjá so mongum føroyingi.

Og hesar undirlutakennslur koma  fram í ljósan loga hjá stjóranum á Havstovuni, tá  hann í sosialinum henda dagin bar fram sína áskoðan á okkara samráðingar um býtið av  makrelinum  og annars uppisjóvarfiski.
Víst skulu vit krevja okkara, sjálvt um vit liva í einum lítlum landi. Vit hava jú bara fiskin at liva av, meðan flest onnur lond, sum vit samráðast við, hava fiskivinnuna, sum eina sekundera vinnu. Og hóast vit liva í einum minilandi, so er okkara fólk líka stórt, sum tey í búgva í einum risalandi, tey hava eisini bara eitt høvd í part undir samráðingum.

Og tað, at fara út í onnur lond og siga frá, at vit fiska undir eini óbrúkiligari skipan, er beinleiðis, at skaða okkara umdømi uttanlands og við hesum framferðarhátti koma vit ongantíð burturúr toganini millum fiskimannin og fiskifrøðingin.

Ístaðinfyri at standa fram og siga, at fiskidagaskipanin ikki gevur nakað úrslit, so kundi sami  maður staðið fram og sagt øllum útlendingum frá, at vit í Føroyum, sum einasta land í øllum heiminum hevur stongt 50% av fiskiøkinum fyri effektivari trolveiðu og at vit eisini hava ein part av landgrunninum stongdan fyri allari
passivari veiðu.

Vit kundu forklára øðrum, at í stremban okkara, um at fiska burðardyggt, hava mynduleikarnir, eftir boðum frá Havstovuni, friðað 50% av landgrunninum innanfyri 200 favna dýpið, fyri trol og bert í stuttum tíðarskeiði er ein lítil partur av hesum øki opið fyri smáum trolarum.

Vit kunnu boða frá, at vit í Føroyum hava stongt allar smáfiskaleiðir fyri trol og vilja heldur, enn at taka nakað av smáfiskinum, lata hann svimja aðrastaðni, hvar hesin sami fiskur verður tikin av fiskimonnum frá øðrum londum við 120 mm maskastødd.

Tað nyttar onki at koma við tí, at fiskur ikki svimur ímillum  lond ( eg havi just latið tveir merktar fiskar inn, hvar annar hevði svomi 1300 fjórðingar og hin yvir 750 fjórðingar  frá tí staðið teir vóru merktir til tað stað har teir vóru veiddir) 1 fjórðingur er 1852 metrar.

Við at traðka fram og vísa á hesi stóru stongdu fiskiøkini, sum eisini er ein tíðandi liður í okkara fiskiveiðuskipan, kundu vit fingið ´´grøna ella bláa´´ stemplið frá alheims londum, um burðardygga veiðu v.m.

Eg havi verið við til at fiska undir 4 ymiskum Fiskiveiðuskipanum og av hesum skal sigast, at hetta við fiskidøgum man verða tann mest reelli og mest tryggjandi hátturin at dríva fiskiskap. Ein kann sjálvandi snakka um vansar og fyrimunir, men her havi eg aðra áskoðan enn Hjalti, tí tann dag teir á  havstovuni fara at móttaka totalt skeiv og forbronglaði hagtøl frá fiskivinnuni í eini kvotaskipan, tá verða teir nógv verri fyri, í teirra metingum um fiskanøgd og stovnar v.m.

Eg var við at fiska tosk í Barentshavinum við flótitroli, áðrenn hesin fiskiháttur varð totalt bannaður í 1976. Vit fiskaðu tá undir eini kvotaskipan og vit sum tá vóru dekkarar, vóru vitni til tað størsta svínarí  og stovnstíning, sum nakrantíð er farin fram á sjónum.  Tað hendi seg at hál uppá 100 tons vóru tikin inn á dekkið og 75 av teimum traðkaði aftur í havið, tí vit skuldu bara brúka tann størsta og dýrasta fiskin.

Eg var ikki við til at fiska undir tí Føroysku kvotaskipanini, sum var galdandi í 2 ár fyrst í 90unum, men ein hoyrdi og hevði ánilsi  av, at allur tann smái toskurin antin bleiv greipaður ella tveittur út aftur, so  tey tøl  íð komu á  borðið frá fiskivinnuni vóru ikki røtt.

Eg vil ikki siga ella pástanda, at søgan frá Barentshavinum 1973-1976 endurtekur seg, men einhvør vil jú yvirliva, og tað eru nógvar aðrar søgur um hvussu kvotanskipanin fungerar, eitt nú í Norðsjónum (at endurútseta deyðan fisk) á Grandbank og  í Grønlandi v.m. ?

Eitt er tað, at tons av deyðum fiski fara aftur í havi, men tað sum í longdini ferð at hava størri tídning fyri havfrøðina og stovnsmetingar er, at tey tøl sum tá fara at koma fram eru blóðskeiv og hvat verður tá fiskifrøðin verd, eftir at hava arbeitt við skeivum tølum í eina tíð.?  Undir fiskidagaskipanini kemur alt sum fiskað verður til  lands og fiskiveiðutølini sum fiskifrøðingar hava at arbeiða við, er tross alt tey røttu tølini.

Hjalti sigur at tá  fiskiskapurin gekk niður á bakka løgdu skipini seg eftir at fiska tosk og (um eg skilti tað rætt) var hetta orsøkin til, at toskastovnurin ´´kolapsaði´´

Hetta er í hvussu er ikki øll søgan og tað veit Hjalti líka væl sum allir aðrir føroyingar.
Tá fiskiskapurin var komin niður á eitt støðið, hvar tað ikki lønaði seg at fiska eftir hýsu og toski, vóru tað nógv skip sum  løgdu stillt, summi vóru seld og onnur fóru av knóranum. Línuskip løgdu seg ikki á teir seinastu toskarnir, men fóru á djúpari vatn og harvið hava tey fiska lítið og onki av toski seinastu 2 árini. Teir størru útróðrarbátarnir løgdu um til snellu og harvið fóru teir at fiska upsa v.m.

Eg haldið at hetta eigur eisini, at verða tikið við, í eini frágreiðing um hvussu vinnan tilagar seg sjálva og ikki bara tað negativa og negativa alla tíðina. 

So er tað bólkurin av djúpvatnstrolarum.

Tá fiskiskapurin minkaði, gekk tað eisini út yvir henda bólkin av skipum og talan varð um at skerja fiskimøguleikarnir hjá teimum. Men her hevur henda ringa tíðin regulera hetta slagi av trolarum automatiskt.

Tað eru registrerað  13 djúpvatnsloyvir og her sær tað soleiðis út í løtuni.

  2 skip fiska stinglaks og annan djúpvatnsfisk (alt ári´)
  1 skip hevur verið í Grønlandi í alt summar (Maj –sept)
  5 skip hava fyri tað mesta roynt eftir svartkalva og kongafiski frá Apríl til Sept.
  2 skip eru seld av landinum og loyvini liggja brakk.
  1 skip  hevur ligið í langa tíð og loyvið liggur stillt.
  2 skip eru fari av knóranum og loyvini hava ikki verið í brúk í langa tíð

Hesin bólkurin er minkaður við 38,5%.

Veiðan er minkað við 45,2  % seinastu 2  árini. Er hetta ov lítil skerjing ?

Síðani kann ein spyrja um hvussu nógv skip og loyvir, vit hava ráð til at leggja og/ella skerja ?

Tað sum hesin sokallaði djúpvatnsflotin er effektiviseraður, man vera sera lítið í forhold til aðrar skipabólkar, møguliga við einum troleyga og nakað av scanmarútgerð, men tey tólini gera ikki fisk !.

Vit duga ikki at marknaðarføra okkum og vit standa ikki saman á nakran hátt, tí verða vit eftirbátar, tá tað snír seg um at uppnáða viðurkenning uttanlands. Er nakar møguleiki fyri at spenna bein fyri hvønn annan, so verður tað gjørt til fulnar og útlendingar verða stuðlaðir við føroyskum skattakrónum, heldur enn at stuðla føroyingum og føroyskum fyritøkum.

Um vit fóru  út í heim, at fortelja fyri fólki, hvussu vit, í strembanini fyri at fiska burðardyggt, hava friða helvtina av øllum landgrunni okkara, so er ongin ivi um, at vit sum tað  fyrsta land í heiminum høvdu fingið  allar góðkenningar, burðardyggari veiðu viðvíkjandi. !

  So hví verður tað  ikki gjørt. ?
  Er tað so at
1)  allar hesar friðingar koma fiskastovnunum væl við ?
2)  at meira fiskur er inni á stongdu leiðunum enn uttanfyri?
3)  at tað er nógv størri fiskur, sum svimur inni á teim permanent stongdu økjunum, enn uttanfyri ?

Um vit ikki útattil, kunnu prógva hesar spurningar í okkara stremban, eftir at fiska burðardyggt, so skilji eg væl støðuna og so eru øll hesi stóru økir friðaði, til onga verðsins nyttu ?

Vit sum hava við fiskivinnu at gera, mugu standa saman, heldur enn at langa út eftir  hvørjum øðrum, tí hvør okkara kann kasta fyrsta steinin. Eg havi eitt sera sera gott minni og var við undir Føroyum øll tey fyrstu árini hvar towini frá tyskarum  og fransmonnum vórðu fingin til vega og eg var á  feltinum tað tíðini fiskimynstrið broyttist, so eg veit eisini alla søguna um tey søguligu rættindini og hvar tey tá vóru placeraði og hvaðar tey komu frá og hvussu tey blivu til loyvir undir Føroyum v.m.

Vit hava felags, nøkur tøl at halda okkum til og vita at upsin undir Føroyum er ikki blivin burtur, sjálvt um tilráðingarnar seinastu 10 árini ikki eru fylgdar.

Saman kunnu vit lyfta nógv og í  felags samráðingum kunnu vit náða mál, men hesi verða ikki nádd við at jarðleggja hvønn annan.

Hans í Líðuni
skipari og Reiðari