Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Hjalti í Jákupstovu: Fiskidagaskipanin gevur ikki úrslit í Føroyum
16. september 2009

Brot úr fyrilestir hjá Hjalta í Jákupstovu, hann helt á
Ráðstevnu í Reykjavík fyri kortum, (Brotið er tikið frá
heimasíðuni hjá Íslendska Reiðarafelagnum og vit hava
fingið tað umsett til føroyskt)

Fiskidagaskipanin sum verður brúkt at stýra fiskiskapinum
undir Føroyum gevur ikki tað ætlaða úrslitið.  Tað sum sæst
í dag er yvirinvestering, vánalig gongd í flotanum og vánalig
støða í fleiri týðandi fiskastovnum., serliga toskinum sum
hevur kollapsað seinni árini.  Føroyingar líta nógv á
fiskivinnuna, tí  95% av útflutningsvirðinum eru fiskavørur.
Hetta segði Hjalti í Jákupstovu frá Føroysku Havstovuni á
ráðstevnu um vælvirkandi fiskiveiðustýring sum endaði í
Reykjavík áðrenn vikuskiftið.

Hjalti segði í sínum fyrilestri frá Føroysku royndunum av
fiskidagaskipanini.  Hann segði at ikki eydnaðist at fáa
semju um kvotaskipan og tí var verandi skipan sett í verk,
sum allir sjómenn og reiðarar vildu hava í sínari tíð. 
Ùrslitið hevur verið vánaligt.

Eina av álvarsligastu fylgjunum av fiskidagaskipanini í    Hjalti í Jákupstovu
Føroyum helt Hjalti vera, at  stýringin av royndini eftir      Stjóri á Havstovuni
ávísum fiskasløgum var fulkomiliga miseydnað.

Orsakað av minkandi fiskiskapi legði flotin seg eftir at fiska tann dýrasta fiskin.  Tað hevði við sær ov stórt veiðutrýst á toskastovnin við tilhoyrandi avleiðingum.  Toskafiskiskapurin undir Føroyum er munandi minkaður seinastu árini.

Hjalti tók samanum í endanum av fyrilestrinum og segði at størsti fyrimunurin við fiskidagaskipanini var at reglurnar vóru betur yvirhildnar og minni útblaking.  Vansanir vigaðu tó meir.  Veiðurættindi vóru tódnað, saman við yvirinvestering í effektivari skipum við tilhoyrandi tekniskari betran og øktum effektiviteti,  stór sving í veiðu og at rakstur av fiskiveiðufyritøkum var órentabul.