Skal Havstovan fella endaliga dómin hvat tænir føroyskum fiskivinnuni?
16. september 2009
Tað kemur meira enn so fyri, at vit í vinnuni halda, at Havstovan
ikki kennir sína vitjunartíð.
Í lógini um vinnuligan fiskiskap er greitt tilskilað, hvat Havstovan
hevur ábyrgdina av. Ábyrgdin er fyrst og fremst at geva landsins
myndugleikum ráð um støðuna hjá teimum stovnum, føroysk
fiskiskip troyta.
Hóast hesa ábyrgd, so hendir tað ferð eftir ferð, at stjórin á
Havstovuni kemur við úttalilsum, sum mugu metast at kunna
skaða okkara høvuðsvinnu.
Í Sosialinum týsdagin í seinastu viku, las eg grein, har Hjalti
kemur við nøkrum úttalilsum um, hvussu farast skal fram í 


Árni M. Dam
komandi samráðingum um makrelin. Bleiv ikki sørt skakkur 
skrivari í Reiðarafelagnum
av greinini, har hann millum annað sigur: “ vit eru so lítlir í
mun til hinar, og um vit ikki bert akta sannleikan hjá okkara
mótpartum, so verða vit rukkur”. Eg dugi ikki at lesa tað øðrvísi tíanverri.
Er tað at verða rukka at standa upp fyri sína sak og krevja tað sum rætt og rímiligt er??
Kann hugsast at føroysku fiskifrøðingarnir hava sovið í tímanum og at milliardavirðir eru gloppin føroyingum av hendi??
Er tað ikki fremsta uppgáva føroyinga at krevja rætt okkara, til tað tilfeingið, ið svimur í Føroyskum sjógvi ??
Spurningurin er so, um hví stjórin á Havstovuni úttalar seg soleiðis, at tað kann skaða áhugamálunum hjá Føroyingum og føroysku fiskivinnuni?.
Í t.d. Skotlandi har skriva allir embætismenn, undir uppá, at teir ikki skulu úttala seg um nakað, sum kann gera støðu Skotlands veikari í millumlanda samráðingum og øðrum viðurskiftum.
Tá lond fara til millumlanda samráðingar, verður farið við tí útgangsstøðið, at allir eru javnbjóðis partar, út frá teimum natúrligu krøvunum londini hava.
Sum heild var greinin í Sosialinum um politikk og strategi heldur enn at halda seg til málið, ið snúði seg um hvussu nógvur makrel, ið vit føroyingar eiga at fáa.
Hjalti úttalar seg um strategisk evnir - mær vitandi er hann havfrøðingur, og skuldi hildu seg til tað, og latið strategarnar í fiskimálaráðnum um at tikið sær av, hvussu samráðingarnar skulu fara fram.
Fyrilestur í Íslandi
Tað kemur týðiliga fram í fyrilestrinum, at fiskidagaskipanin ikki hevur undirtøku hjá Hjalta, og at umrøðan av henni er einki annað enn ein niðurgerðing av skipanini.
Hettar hendir, samstundis sum føroysku skipini arbeiða av øllum alvi við at kanna, hvussu tey kunnu blíva MSC-góðkend, tí tað gongur bara verri og verri at selja okkara fisk.
Eftir míni metan er fyrilesturin hjá Hjalta aftur her reinur politikkur. Pástandurin er, at skipini hava gjørt íløgur sum hava effektiviserað skipini so nógv, at stovnurin er niðurfiskaður.
Effektivisering hevur verið, men pástandur um tað sera stóra effektivisering er ikki rættur. Hesin spurningurin hevur verið kannað av óheftum persónum, og niðurstøðan var greið, tað er ikki so nógv effektivisering farin fram, sum róð verður framundir.
Havast skal í huga, at tá skipanin var gjørd, so var tað lagt upp til at skipini skuldu blíva meira effektiv, og dagarnir skuldu skerast niður samsvarandi. Um samsvar skuldi verði millum niðurskurðurin av døgunum sum nú er uppá 35%. so skuldi effektiviseringin fyri allan flotan verið á uml. 56%. Tað veit sjálvt Hjalti, at so stór hevur hon ikki verði.
Minnast skal til, at ein stórur partur av íløgunum er farnar í at gera umstøðurnar betri hjá manningini, tí tey flestu skipini eru sera gomul og ótíðarhóskandi.
Skipanarnevndin arbeiddi í 1995-96 sera hart og professionelt við at fáa eina burðardygga skipan og prinsippini í skipanini hava hildið. Tá skipanin bleiv framløgd, varð ført fram, at hetta var ein sjálvregulerandi skipan, har takast skuldi inn fyri effektiviseringini, ið kom at henda.
Eisini bleiv víst á, at sjálvt um dagarnir nú blivu nakað nógvir í bólkinum undir 15 tons, so kom tað nokk, at regulera seg sjálvt.
Men at tann bólkurin fekk meir dagar, enn útrokningarnar søgdu, var jú ein rein politisk avgerð. Tað var tó eingin ósemja um hettar, tí arbeiðsloysi var sera stórt tá. Toskastovnurin sera væl fyri, og allir roknaðu við at tá arbeiðsloysið rættaði seg, fór trýstið frá tí bólkinum at minka aftur, og tað er eisini hent.
Tíverri byrjaði Havstovan beinan vegin skipanin kom, at agera sum um skipanin ikki fanst. Hetta kom serliga til sjóndar, við at tilráðingin var tilrættarløgd, sum um kvoturnar enn vóru í gildið.
Harvið hevur okkara fremsta umboð ongantíð tikið til sín fiskidagaskipanina og ummælið av dagaskipanini hevur verði sera neiligt. Tí kom eisini umdømið hjá skipanini at liggja í fríum falli í útlondunum. Fyri at bøta umdømið aftur, var sent boð eftir bretanum John Pope, og eftir at hann hevði gjølla kannað skipanina, var niðurstøðan hjá honum greið, “ hetta er ein genial skipan”.
Heldur ikki hetta tekur Havstovan til sín, men heldur fram við at nokta at rokna út og ráðgeva um, hvat rætta talið av fiskidøgum er, sum skal takast inn fyri møguliga effektivisering. Hettar skapar sjálvsagt trupulleikar hjá Fiskidaganevndini og Fiskimálaráðnum, tá grundgevast skal fyri teirra tilráðingum til Løgtingið, har endaliga støðan skal takst.
Harvið fáa vit eisini á hvørjum árið eitt stríð í løgtinginum, um dagaskipanin nú er stillað rætt ella ikki. Hetta stríðið átti at verið óneyðugt, tí Havstovan hevur ongantíð víst á nakran konkretan feil í útgangsstøðinum í skipanini.
Tá er tað bert tann eini spurningur eftir, at taka støðu til: Nevniliga - Hvussu stór hevur effektivisering verið í flotanum.
Um Havstovan hevði havt viljað lagt dent á tað góða í skipanini og harvið havt áhuga í at fingið okkara skipan góðkenda uttanfyri landoddarnar , so høvdu teir havt allar møguleikar fyri tí.
Í ES eru flestu botnfiskastovnar sera illa fyri. Kortini hava havfrøðingarnir dugað at lýst teirra skipan sum burðardygga, og fingið hana MSC-góðkenda, so ein má bara staðfesta, at teir vita hvørjum skipi/landi teir eru mynstraðir við.
Undanfarni fiskimálaráðharrin hjá Fólkaflokkinum Jørgin Niclasen, feraðist verðina runt og greiddi øllum frá, teimum góðu dygdunum, ið fiskidagaskipanini hevur.
Ein sera relevantur spurningur til núverandi fiskimálaráðharra, sum eisini er fólkafloksmaður er: Hvat sigur Jacob Vestergaard til hesi miðvísu niðurgering av dagaskipani frá Havstovuni Ein niðurgering, sum hevur katastrofala ávirkan á marknaðaratgongd hjá føroysku fiskivinnuni og serliga í EU?