Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Um íslendingar fara inn í EU, mugu vit eisini taka eina støðu
10. september 2009

Aftaná fíggjarliga skrædlið í Íslandi hevur
Altingið gjørt av at søkja um limaskap í EU.
Hvussu tað ferð at ganga fáa vit at vita tá
umsóknin er viðgjørd, og íslendska fólkið
hevur talað.

Nógvir  Føroyingar hava ikki gjørt upp við seg
sjálvan,  hvørt vit eru fyri ella ímóti, tað er eisini
av góðum grundum tí, vit vanligu borgarar, hava
ikki fingið nakra serliga kunning um fyrimunir
og vansar og kunnu sostatt illa taka støðu um
hetta stóra málið.

Um íslendingar fara inn í EU, kemur
spurningurin beinanvegin: Hvat gera vit?

Reiðarafelagið roynir, at fylgja við hvat í gongur
fyri seg innan fiskivinnuna í EU.

Eitt er sum kemur at freista nógvar er  stóri
fíggjarligi stuðulin EU letur ti fiskivinnan.
Stuðulin fiskivinnan fær í EU,  er sera
kappingaravlagandi fyri okkum. Og hettar
merkja vit sera væl í dag, tí vit eru á somu
marknaðum.

Men hinvegin kunnu vit taka eitt lítið dømið um hvat vit annars kunnu vanta okkum. Í enska blaðnum  Fishing News er ein áhugaverdur tíðindastubbi um meskastøddir á gørnum.

Sunnanfyri 49 gradir brúka teir 100 millimetur meskar í gørnunum, hettar er mest í Biskayabuktini og bara fransmenn og spaniólar  royna har. Teir koma eisini norðureftir og royna nógv í Írskum sjógvi, har sum ikki er loyvt at brúka minni enn 110 millimetrar meskar. Nú vildu hesir hava Írar at broyta støddina á meskunum sum írar royna við, úr 110 millimetrum niður í 100, írar hava sagt nei, tí  ov nógvur smáfiskur verður veiddur við so smáum meskum.

Nú eru smáu meskarnar loyvdar, og tað var franski forsetin Sarkozy sum trýsti uppskotið í gjøgnum. Franski fiskarí ministarin gjørdi  írska starvsbróður sínum greitt: “this proposal would proceed, wether Ireland likes it or not”.

Hetta er nakað hjá okkum at hugsa um og hvat fara íslendingar at siga um teir koma í somu støðu sum Írar?
Júst hesin boðskapurin var klokkuklárur á ráðstevnunið um EU, ið var í Norðurlandahúsinum í summar.
Boðskapurin var, at hvørki vit ella íslendingar fara at fáa sersømdir, tað sum verður avgjørt í Bruxsell verður fyri alt EU.

Spaniólar og fransmenn eiga nú fleiri skip í Bretlandi og Írlandi og  fara teir eisini at kunna eiga skip í Íslandi javnbjóðis íslendingum. Vilja hesir hava broytingar í íslendskum sjógvi, so er tað ikki nógv íslendingar kunnu gera við tað.  Treytirnar fyri fiskiskapin  koma at verða avgjørdar í Brússel, har er so eingin ivi.

Seinasta nýggja er at  ein kommisserur, Olli Rehn er á veg til íslands at seta spurningar og annars greiða íslendingum frá um EU.

Fara íslendingar uppí EU, koma vit um ikki so langa tíð at taka støðu til  EU, um vit vilja tað ella ikki. Tí eiga vit at gera upp við okkum sjálvi hvat vit vilja og tað ongantíð ov skjótt. Hetta málið er so stórt, at taka støðu til,  at tað verður ein vanlukka fyri okkum, um hetta verður ein  politisk kastibløka,  Og tað má ikki henda.