Mikil orðadráttur er millum Íslendingar og Normenn um Makrelin, men hvat er okkara støða?
04. september 2009
Mikil orðadráttur hevur verið seinastu tíðina ímillum norska og íslendska reiðarafelagið um makrelveiðuna hjá íslendingum, norðmenn eru ikki blíðir tí at íslendingar fiska makrel í íslendskum sjógvi.
Ein íslendskur Altingsmaður, Magnus Thor Hafsteinson sigur við norska blaðið Fiskeribladet, at hann vantar at íslendingar fara at fiska 200.000 tons av makreli í ár.
Vit vita at norska kvotan av makreli er umleið 200.000 tons.
Hesi tølini mugu seta nakrar tankar ígongd hjá okkum føroyingum, vit liggja mitt ímillum hesar báðar grannarnar hjá okkum, vit hava fingið tillutað í okkara part 30.000 tons av eini heildarkvotu, ella 5%.
Íslendingar fiskaðu 112.000 tons til fyrst í juli og síðani settu teir 20% sum hámark av hjáveiðuna av makreli í sildafiskiskapinum, men altingsmaðurin vantar sum sagt veiðuna verða 200.000 tons tá árið er farið
Myndin til vinstru: eru okkara meting fyri Myndin til høgru: eru hvar londini fiska í 1.000
hvussu makrelurin ferðast alt árið tonsum sín makrel, Tað Ljósa reyða øki er tað
Føroyska øki, har so at siga eingin makrelur verður
fiskaður, ið vit kalla “The missing Link”
Tá vit hyggja at kortinum omanfyri yvir hesi 3 londini síggja vit at Føroyar liggur í miðjuni og er stórur partur av makrelstovninum í føroyskum sjógvi summarhálvuna, tá etur og veksur hann eisini mest. Nógv av toska og hýsuyngulin sum er undankomin í várgýtingini endar helst sum makrelføði og meira íð er til av makreli, meira verður eti, tað er vituligt.
Tann niðasti parturin av grafinum vísir nær upsi, hýsa og toskur gýtur, meðan tann ovari parturin vísir eina meting av hvat týðarskeið makrelstovnurin er inni á Føroyskum sjó-øki í mill. tonsum (høgra aksa), og meðan (vinstra aksa) vísir í cm vøksturin hjá upsa-, hýsu- og toskayngli. Tá stabbarnir enda, er yngulin í botnsøkjandi stadium, ella við at koma inn í tæran.
Samráðingar um áseting av heildarkvotuni á makreli ímillum EU, Norra og okkum verða seinast í oktober aftur.
Tað verður spennandi at vita hvussu leikur ferð hesaferð, hesuferð mugu vit vísa á at okkara partur er láturliga lítil tá vit vita hvussu makrelurin ferðast og hvar hann gongur á beiti.
Heildarkvotan er sett til 600.000 tons, íslendingar fiska kanska 200.000 tons uttan kvotu og vit sum liggja í miðjuni fáa bara ein brøkpart. Komandi samráðingar verða torførar men tað torførasta hjá hinum báðum pørtunum verður at yvirbevísa føroyingar um at okkara partur er rættvísur