Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Kapping um at verða fyrst við MSC góðkenning
04. september 2009










Í fleiri londum verður nú skunda undir at fáa fiskiskapirnar umhvørvisgóðkendar, tí tað er ein sannroynd, at umhvørvismerktur fiskur fær betri prís og er lættari at selja á ávísum marknaðum.

Danmarks Fiskeriforening hevur tikið avgerð um, at allur danskur fiskiskapur skal hava fingið MSC góðkenning áðrenn ársskiftið 2012.

Henda stóra ætlanin fevnir um fiskiskapin eftir 30 ymiskum fiskasløgum, og ætlanin er, at tríggjar tær fystu góðkenningarnar skulu verða avgreiddar næsta ár. Talan er um fiskiskapin eftir toski í Eystursjónum, reyðsprøku og upsa í Norðsjónum. 

Formaðurin í Danmarks Fiskeriforening Svend Erik Andersen sigur, at teir halda, at hetta málið er so átrokandi, at stundir eru ikki til at bíða eftir at fíggingin er klár. Mett verður, at MSC góðkenningin av donsku fiskivinnuni fer at kosta millum 5 og 10 mió. kr.

Higartil hevur danski fiskiskapurin eftir norðhavssild, makreli og norðsjóvarsild fingið MSC góðkenning.

Noreg
Í Noregi fiskiskapurin eftir upsa, makreli og norðhavssild MSC góðkendur, og 17 línubátar, sum Domstein konsernin umsitir, hava fingið toska- og hýsufiskiskapin góðkendan.

Norska Eksportudvalget hevur søkt um at fáa toska- og hýsufiskiskapin norðanfyri 62 stig góðkendan, og væntandi kemur endaliga góðkenningin í oktober.

Í Fiskebåtredernes Forbund verður nú strongt á leiðsluna fyri at fáa umhvørvisgóðkenning fyri allan toskin og hýsuna. 

Limirnar hava staðfest, at línufiskur frá skipunum hjá Domstein fær millum hálva aðru og tríggjar krónur meira fyri kilo á bretska marknaðinum, enn fiskur sum ikki hevur góðkenning, og limir siga seg hava mist sølusáttmálar í kapping við umhvørvismerktan fisk. 

Fyritøkan Moody Marine, sum tekur sær av norsku góðkenningini, hevur mælt til einans at søkja um góðkenning av toskafiskiskapinum uttan fyri 12 fjórðingar sunnanfyri 62 stig, tí toskastovnurin á teimum innaru leiðunum er ikki væl fyri. Neyðugt er at gera eina ætlan um hvussu stovnurin skal koma fyri seg aftur og fáa hana góðkenda í ICES, áðrenn stovnurin kann lúka krøvini hjá MSC. Ein tílík góðkenning fyriliggur ikki fyrr enn einaferð næsta ár.

Fiskebåtredernes Forbund, sum stóð fyri MSC góðkenningini av norska upsanum, hevur í skrivi til útflutningsnevndina boðað frá, at tekur nevndin ikki stig til at søkja um MSC góðkenning  til allan toskin og hýsuna uttanfyri 12 fjórðingar MSC, so fer felagið sjálvt at taka hetta stig fyri sínar limir.

Krøvini frá keyparunum, um at fiskurin skal vera burðardygt og umhvørvisvinarliga veiddur, gerast alsamt størri. Stjórin í norska reiðarafelagnum, Audun Maråk, skjýtur tí upp, at ein fiskifrøðingur verður settur í starv á norska havrannsóknarstovninum einans at arbeiða við hesum spurningi. Uppgávan hjá honum skal verða, at kunna marknaðin um, hvat verður gjørt í Noregi fyri at tryggja burðardygga veiðu eftir teimum ymsu fiskasløgunum.

Maråk heldur, at hetta skal verða ein fiskifrøðingur, ið skal vera líka so óheftur sum hinir fiskifrøðingarnir á norsku havstovuni, tí í síðsta enda er tað fiskifrøðin, sum skal veita váttanina, um at veiðan er burðardygg. 

Føroyar
Søkt er um MSC góðkenning av trimum føroyskum fiskiskapum. O. C. Joensen hevur søkt um góðkenning av veiðuni eftir jákupsskel, og eftir tíðarætlanini kemur góðkenningin í mars næsta ár.

Felagið Nótaskip hevur søkt um at fáa fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild góðkendan, og heldur tíðarætlanini, verður umsóknin avgreidd síðst í desember í ár.

Makrel- og sildafiskiskapurin hjá Noreg og ES er so at siga allur góðkendur ella um at verða góðkendur. Talan er sostatt ikki bert um at fáa ein betri prís, men líka so nógv, at tað verður torført at sleppa av við makrelin og sildina uttan góðkenning, tí móttøkuvirkini á landi mugu ikki blandað MSC merktan fisk við fisk, sum ikki hevur góðkenning.