Sparing í CO2 og krónum.
13. august 2009
Tveir av okkara trolarum hava nú ein tíðroynt við nýggjum lemmum, og higartil
hevur úrslitið verið ein sólskinsøga.
Rankin Artic Viking
Hetta eru flótitrolslemmar ella semipelagiskir og sum eru uppi í sjónum meðan toga verður. Hetta ger at teir eru munandi lættari at toga. Hetta ger so aftur at ojuforbrúki hjá skipunum verður eisini væl minni.
Her er nógv vunnið við hesun nýggju lemmunum: Helst fara oljuútreiðslurnar niður við 20-30%, viðlíkahaldið av lemmum minkar, motorurin hevur minni at gera og har verður eisini minni viðlíkahald.
Havbotnurin far ongan skaða tá lemmarnir eru uppi í sjónum.
CO2 útlatið sum vit fokusera so nógv uppá verður tilsvarandi minni.
Rækjutrolarin Arctic Viking hevur roynt við hesum slagnum av lemmum bæði í Eysturgrønlandi, Barentshavinum og nú yviri í Newfoundlandi. Jóhan Joensen reiðari sigur at teir eru væl nøgdir við nýggju lemmarnar.
Rankin av Tvøroyri hevur nú eisini roynt hetta slagið av lemmum og Marner Lisberg sum eigur skipið er stak væl nøgdur við niðurgongdina í oljuforbrúkinum higartil. Manningin umborð á Rankanum sigur eisini frá nógv minni sliti á motori og trolútgerð og eru teir sera positvir og væl nøgdir við nýggju lemmaranar.
Báðir trolarnir meina at fiskiskapurin er ikki verri við nýggju lemmunum. Íslendingar sum eisini brúka nýggju lemmarnar siga at fiskiskapurin er heldur betri og eru sjálvandi vælnøgdir.
Er tað nakað trolarnir hava brúk fyri er tað júst hetta at olju- og viðlíkahaldsútreislurnar minka. Hesin bólkurin av skipum, serliga á føroyaleiðini eru teir sum hava verið mest sperdir undir teimum høgu oljuprísunum sum hava verið seinasta árið.
Hesi tíðindini um sparingar koma teimum sum dríva trolarnar væl við og skal verða teimum væl unt.