Rættiligur rokfiskiskapur eftir makreli hevur tikið seg upp í Íslendskum og Føroyskum sjógvi.
11. august 2009
Íslendingar veiddu 27 tús tons í 2007 og í fjørð
veiddu teir 112 tús. tons til teir góvust fyrrapartin
í september. Í ár hava teir sett sær kvotu á
veiðuna sum er tann sama sum í fjørð. Nú
loyva teir skipunum at hava hjáveiðu av makreli
í sildaveiðuni. Bara í juni og juli veiddu teir
90 tús tons. Hvat hevði veiðan blivið um teir
veiddu ótarnaðir til hálvan septembur kunnu
vit bara gita um.
Íslendingar siga frá frá makreli vestan fyri 
Nýggji Tróndur í Gøtu er nýliga sjósettur
Vestmannaoyggjar og veiða eisini heilt uppí í
Breiðafjørðinum og havrannsóknarskipið Árni Fríðriksson hevur fingið makrel 90 fjóðringar í ein útsynning úr Íslandi, hetta sigur okkum at nógv er til. Norsk kanningarskip siga frá makreli imillum Ísland og Grønland.
Vit vita eisin at nógvur makrelur er í okkara sjógvi, teir sum royna eftir sild mugu flyta seg norðureftir tí so nógv av makreli er í veiðuni, og íslendingar sum hava eina minni kvotu frá okkum fiskaðu hana upp eftir bara løtum. Skipini sum royna eftir sild hava stórar trupuleikar av at so nógvur makrelur er í veiðuni.
Vit hava ígjøgnum NEAFC saman við Norra og EU gjørt samstarvsavtalu um makrelstovnin har vit eiga 5% ella 32tús. tons av heildarkvotuni sum er 640 tús tons. EU fær 65% og Norra 30%.
Íslendingar vilja sleppa uppí og fáa part av býtinum, samráðingar hava verið men uttan úrslit og nú eru harðar ákærar frá norðmonnunum um at íslendingar fiska makrel í Íslendskum sjógvi. Vit hava ikki blandað okkum uppí, men kunnu bara staðfesta at makrelur er í stórum mongdum í íslendskum og Føroyskum sjógvi. Tað kundi verið áhugavert at vita hvussu norðmenn høvdu reagerað um støðan var mótsatt.
Norsk bløð skriva nú frá summarkanningunum av makreli og sild at tað er ongin yvi um at bæði sild og makrelur hava flutt seg longur norðvestureftir, føðin á vanligu leiðunum er minðka so nógv
Vit hava atgongd til at fiska okkara part av makrelinum í norskum sjógvi, tí bíða skipini við at fiska sínar kvotur til út á heystið tá prísurin er góður og sum mest fæst fíggjarliga burturúr kvotuni hvørt skipið eigur. Tá er høgligt at fiska, stutt at sigla og norsk virkir keypa fiskin fyri góðan prís.
Tað er ikki dagur at vit ikki hoyra um veðurlagsbroytingar, tað sær út til at makrelurin eisini er ávirkaður og er fluttur longur norðureftir, vit kunnu bara gita og konstatera at nógvar makrelur er á okkara leiðum.
Makrelur er rovfiskur sum etur tað sum fyri er, um
summarið veksur hann nógv her í okkara sjógvi og
tað er sjálvandi at nógv fóður skal til, hetta fóðri
fær hann í Føroyskum sjógvi. Hesa tíðina er fiskurin
eisini so feitur at ringt er at framleiða til matna og
prísurin er tá nógv verri, hetta er orsøkin til at skipini
bíða við at fiska teirra kvotur.
Kann tað hugsast at makrelurin etur av tí yngli sum
kemur undan í gýtingi hjá toski og hýsu. Vit vita at
íslendingar siga at makrelurin etur lodnu, vit hava
ikki lodnu, men her er nógv nebbasild og hvat við
toska og hýsumurti? Ein sera viðkomandi spurningur
er eisini um samanhang er ímillum minkandi svart-
kjaftastovnin og veksandi makrelstovnin.
Hetta eru spurningar sum vit seta okkum, men ringt
verður at fáa nakað veruligt svar. Vit vita at hesar
broytingar í gongdini eru, og mugu sostatt miðja
eftir at fáa meir í okkara part av hesum tilfonginum.
Tá nú so nógv prógv eru fyri at fiskurin er í nógv størri
nøgdum í okkara sjógvi er spurningurin, skullu vit
vera nøgdir við at fáa 5% av kvotuni sum er í dag
Lodna er at siga ongantíð í føroyskum sjógvi, og
ella skullu vit nú krevja eitt annað býtið?
tí er nærliggjandi at hugsa sær at toska- og 











hýsuingul enda sum makrelføði