Fiskidagarnir hava nú verið til fyrstu viðgerð í Løgtinginum.
11. august 2009
Tann sum fylgdi við fyrstu viðger situr eftir við einari
kenslu av at tingmanningin hevur ikki nógv innlit
hvussu støðan er hjá flotanum sum er undir fiski-
dagaskipanini. Ein skuldi trúð at tingfolk viðgjørdu
seriøst hvat í gerast skal, tað er ikki so einfalt sum
bara at minka dagatalið og so er alt so gott.
20 mei - fyri skjótt trimum - mánum síðan, bóru
umboð fyri húkaflotan Løgmanni og Fíggjarmála-
ráðharranum eina frágreiðing um støðuna hjá
línubátunum. Hetta er eitt regulert neyðarróp.
Hendan frágreiðingin er ein sera góð lýsing av støðuni skipini eru í og lýsir støðuna so væl at ongin sum setur seg inn í tilfarið er í iva um at her má okkurt gerast, tað skuldi verið ein sjálvfylgja at øll tingmanningin las hetta skjali.
Hetta neyðarrópið frá húkaflotanum kostar 14 mill. kr um árið. Altso ikki nøkur stór upphædd helt Fíggjarmálaráharrin fyri.
Enn er onki svar komið uppá hetta neyðarrópið. Síðani tá hava vit sæð í bløðunum at inntøkutrygdin skal gjaldast av skipunum og helst skal eisini eitt tilfongisgjald latast av hvørjum kilo sum fiskað verður. Altso fleiri byrar til flotan sum framman undan rópar neyðarróp, og er komin á knøini.
Um tingfólkini høvdu gjørt sítt heimaarbeiði og sett seg inní tingini hevði fyrsta viðgerin hendan dagin helst verið heilt ørvísi.
Okkara fiskifloti er allatíðina í kapping við teir sum eru í somu vinnu rundanum okkum, og vit verða kunnaði um hvussu teir skipa fiskivinnuna. EU keypir til dømis fiskirættindir fyri næstan 2 milliardir til síni skip uttanfyri
Europa- vit síggja, um vit hava hug at fylgja við - yvirlit yvir hvat teir lata í stuðuli til hvørt einstakt fiskifar. Seinasti listin við stuðli til donsk skip vísir okkum at 150 mill.kr júst eru goldnar í stuðli, eitt nótaskip er keypt úr Norra til Danmarkar og har fáa teir 23 mill.kr í stuðli til tað einstaka skipið. Listin er langur og atkomiligur fyri øll.
Norðmenn hava hækka skattafrádráttin hjá fiskimonnum.
Í Amerika hava teir sæð tað neyðuga í at bjarga vinnuni og vit hava hoyrt hvussu staturin hevur pumpa pengar inní vinnur sum annars hevði fara fyri bakka. Amerika er ikki júst kent fyri studning, men sum nú er síggja teir tað at verða tvingandi neyðugt. Hetta hendir um alla verðina nú tá fíggjarkreppa herjar.
Sjálvandi rakar fíggjarkreppan eisini fiskiflotan og húkaflotin er helst ringast fyri og liggur á deyðastráð. Teir biðja um 14 mill.kr. Tað verður ikki ønt teimum aftur, ein fyrrverandi fiskaríministari úr Klaksvík, miðstaðnum fyri húkavinnuna, segði at konkurslógin var besta amboðið.
Kanska meiriluti fæst fyri hesum sjónarmiði, men so er at lata menn í vinnuni fáa tað at vita, tað hevur hóast alt verið góð tíð til at geva monnunum eitt svar síðani 20 mei.