Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Er rætt, at geva fiskivinnuni stuðul ?
23. juni 2009


Tjakið um stuðul til fiskivinnuna hevur aftur tikið
seg upp.

Tann stuðulin sum altíð er mest umrøddur er
tann sum skip og manningar fáa. Stuðul uppi
á landi fær ikki somu umtalu og nógvur stuðul
verður veittur sum bara fá vita um.

Fiskivinnan hevur gjøgnum árini fingið nógvan
stuðul, hetta kemst sjálvandi av at teir sum
gera av um tað er gagnligt fyri samfelagið at
veita hendan stuðulin, hava mett at tað er
neyðugt júst tá. Tað kan verða longri ella
styttri tíðarskeið, men í allarflestu førum er stuðulin tíðaravmarkaður, og tíbetur hava skipini klárað seg uttan stuðul seinastu árini.

Her á landi vita vit, at um ikki ein hjálpandi hond var útrætt tá illa hevur staðið til hjá onkrum skipabólki hevði fleiri veiðiháttir verið søga nú. Í flestu førum hava skipini tíbetur fóta sær aftur og hava so aftur kunna verið góðar skorir undir samfelagið sum veittu teimum stuðul tá ástóð.

Í tey hundra árini Føroya Reiðarafelag hevur tikið sær av áhugamálunum hjá skipunum hava vit upplivað djúpar kreppur og og eisini sera góðar tíðir. Vit hava avgjørt ikki áhuga í at limirnir skullu fáa stuðul, men vit hava ofta sæð at hetta hevur verið neyðugt viðhvørt, og tíbetur hava eisini aðrir sæð, at skullu vit ikki missa skipini tá ringast stendur til er hetta ein neyðloysn sum verður veitt.

Seinastu árini hava tey skipini sum hava veitt størstu inntøkurnar til samfelagið eisini onkuntíð verið í so tungum sjógvi at teimum var neyðugt at rætta eina hond. Var tað ikki gjørt tá hevði samfelagið verið munandi fátækari í dag, stuðulin sum var veittur er komin okkum øllum til góðar seinni.

Vit halda at tá skip koma í kreppur av umstøðum sum tey ikki eru harrar yvir, sum nú við fiska- og oljuprísinum er tað skilabetri at hjálpa, enn at bara hyggja at ímeðan heilir skipabólkar fara fyri bakka.
Tá vit hyggja aftur eftir hevur tað oftast loyst seg, men hugaligt er tað ikki.