3 skip eru farin og tað fjórða er væl á veg úr flotanum
Høgaberg há Framherja
Trøndur í Gøtu hjá Vinnuni
Sundaberg hjá JFK. Gamla Norðborg, Hvalnes (er ikki farin enn)
Seinastu dagarnar eru 3 av teimum stóru skipunum farin av landinum og tað fjóðra er væl á veg at fara.
Hesi skipini eru Tróndur í Gøtu, Høgaberg , Sundaberg og Norðborg.
Øll hesi skipini hava tænt okkum væl og hava givið yvir 100 monnum ein inntøku, ið altíð hevur verið í hægra endanum.
Bara eitt skip er á veg innaftur, og tað er nýggi Tróndur í Gøtu, sum vónandi kemur til landið fyrst í 2010.
Tað er nógvur makrelur í føroyskum sjógvi, tí er tað sera harmuligt at vit ikki kunnu fáa nyttu av hesum skipunum sum øll eru serliga væl egnaði til hendan fiskiskap. Men vit eru bundin av avtalum við NEAFC um kvotur av makreli. Vónandi fáa vit broytt okkara støðu í makrelfiskiskapinum soleiðis at vit fáa størri atgongd til fisk í okkara egna sjógvi
Tað má verða okkara mál undir komandi samráðingum í London um makrelveiðuna at vit fáa sannført hini londini um at nógv meira er til av makreli enn vit gruna.
Íslendingar veiddu 112.000 tons í fjørð og helst verður veiðan enn størri í ár. teir fiska fram við føroyskum sjóøki og tí er ongin yvi um at nógv meira makrelur er í føroyskum sjógvi.
Tí er tað eyka sárt at nótaskip verða seld av landinum vegna vantandi fiskimøguleikar.
Vónandi fáa vit sanført NEAFC um, at Føroyar fáa nógv størri part av heildarkvotuni, enn tey 5% vit eiga nú.