Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Føroya Arbeisgevarafela hartar línuskipini!
16. juni 2009

nú teir ditta sær at biða um eina hjálpandi hond,  tá fiskaprísurin er hálverðaður, og niðurgongd er í veiðuni

Føroya Reiðarafelag heldur, at tað er sera langt úti,
at Føroya Arbeiðsgevarafelag ferð út soleiðis,
vit meta, at teir heldur áttu at feiða frá egnum dyr
fyrst, áðrenn teir koma við tílíkum úttalilsum, sum
um teir hava fingið patent uppá, at hvat rangt og rætt
í hesum samfelagnum, og eisini hvussu vit fáa tað
bestu og metst burðardygu veiðuna.

Alt hettar kemur frá Stjóranum í Vinuhúsinum, sam-
stundis sum skipini verða tvangsinnløgd til at selja
selja fiskin til føroysk virki, og við tí prísirnir sum skipini í løtuni frá føroyskum virkjum í muntil í  Bretlandi so fáa virkini upp til 3-5 kr. Í stuðuli pr, kg., og hetta svíða skipini sjálvandi fyri. Vit halda, tað fyrsta sum  Føroya Arbeiðsgevarafelag skuldi gjørt, var at fingið kappingarførið á virkjunum upp, soleiðis, at skipini kunnu fáa ein meira kappingarføran prís, fyri at tað kann verða lønandi at landa til føroysk virki í mun til aðrstani.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sær eisini út til at hava gloymt allan flutningsstuðul, ið teir fáa og hava fingið, so tað hevði tant Føroya Arbeiðsgevarafelag til sóma, um teir kundu hugt eitt sindu eftir sær sjálvum áðrenn tey venda peikifingurin móti øðrum.

Øll vilja vit liva uttan stuðul, men vit livan nú einaferð í tí verð sum vit liva í og útsvingini kunnu verða stór, og tann lákonjentururin vit hava ídag er søguliga lágur, eisni skullu vit minnast til, at øll framleiðslu og fiskivinnan innan ES  fær stuðul so ella so.  Landbúnaðurin fær t.d. 400.000 milliónir kr. ella  400 milliardir kr., og stórsti parturin av teirra framleiða er í beinleiðis kapping við fiskin á marknaðinum

Í útvarpinum í dag var nógv gjórt burtur úr tilmælinum frá Havstovuni, sum eisini er var ein beinleiðis deyðadómur fyri allan flotan, og vanligt er at tá ein deyðadómur verður feldur so sleppur tann dømdi eisini at úttala seg,   nei, tað var heldur farið til yvirdómarin Maritu Rassmussen stjóra í Føroya Arbeiðsevarafelag fyri at fáa staðfest dómin, og hettar er tað almenna føroyska útvarpið í førir hendan einvegis tíðindaflutning, serliga hugstoytt er tað, tí eitt tíðinda skriv var sent til útvarpið í gjárkvøldið frá Felagnum Trolskip, sum kundi verið ein mótvekt, ella eitt svar uppá tiltalu..