Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Tíðindaskriv frá felagnum trolskip
16. juni 2009

Felagið trolskip hevði limafund í seinastu viku. Felagið
viðgjørdi millum annað fiskiskapin undir Føroyum og
orðadráttin, sum hevur verið um fiskidagaskipanina og
niðurskurð í fiskidøgum.

Fiskidagaskipanin hevur meira enn 12 ár á baki. Og
eftir okkara tykki hevur hon roynst sera væl.
Fiskiskapurin hevur verið góður so at siga øll árini,
tó hevur toska- og hýsufiskiskapurin verið vánaligur í seinastuni. Orsøkirnar kunnu t.d. vera broytingar í náttúruni, mongd av æti, hitaviðurskifti o.a.

Tað verður ført fram, at tað ongantíð hevur verið so lítið til av toski og hýsu at fingið undir Føroyum sum nú. Hetta er ikki heilt rætt, tí samsvar er ikki í samanberingargrundarlaginum. Fyrst í nítiárunum, tá ið føroyingar bert fiskaðu millum 6.000 og 10.000 tons av toski, kundu allir trolarnir fiska heilt inn at 12 fjórðinga markinum. Og línuskipini høvdu loyvi til at fiska heilt at klettunum. Í dag er 45% av øllum landgrunninum uttanfyri 12 fjórðingar friðaður fyri trol, soleiðis at trolararnir hava lítlan ella ongan møguleika at fiska tosk. Og línuskipini hava ikki loyvi at koma inn um 6 fjórðingar úr grunnlinjuni. Umframt hetta hevur prísurin á toski og hýsu verið sera vánaligur í ár, og línuskipini hava roynt meira á djúpum vatni eftir brosmu og longu.

Ein og hvør sum fæst við fiskiskap veit, at til tíðir kann tað verða gott fiskarí hjá trolarum eftir hvítum fiski, meðan línan einki fær, og eisini kann tað verða mótsatt, at línan fær og trolið fær onki. Kann verða at fyrra støðan er nú, tí hóast partrolarnir eru stongdir úti frá flestu toskaleiðunum, so er meira toskur uppií í ár enn undanfarin ár.

Sum áður sagt, hevur fiskidagaskipanin roynst væl seinastu 12 árini, men nú eru røddirnar aftur harðnaðar hjá teimum, ið vilja minka enn meira um dagartalið. Sum teir siga, "hvat søgdu vit".

Tað er soleiðis, at rópar tú, at klokkan er 12 hvønn fullan tíma, so hevur tú rætt í hvussu er eina ferð um døgnið. Felagið Trolskip metir, at okkara fiskifrøðingar áttu at lagt sær í geyma, at seinast í nítiárunum var hin altjóða viðurkendi kanadiumaðurin Jean-Jacques Maguire her og gav skipanini bláa stemplið. Hann helt, at skipanin var hin besta, sum hann hevði sæð, og tí halda vit, at okkara fiskifrøðingar eisini áttu at fingið eyga á grundgevingunum, ið Jean-Jacques nýtti. Okkara fiskifrøðingar hava harafturímóti funnist at fiskidagaskipanini viðvíkjandi burðardygd. Hesar atfinningar hava fest røtur millum fiskakeyparar í ES, og tessvegna gongur verri og verri at selja føroyskan fisk.

Verður hugt eftir gongdini frá 1984 til í dag, so er flotin yvir 15 tons í tali minkaður við um 60%. T.d. eru partrolararnir farnir úr 58 niður í 28 skip, ella 14 pør. Samstundis sum fiskidagaskipanin var sett á stovn, var ein munandi niðurskurður framdur í dagatalinum. Seinni er dagatalið minkað heili 32%. Harumframt eru nógvar friðingar fyri trol- og lutvíst størru línuskipini.

Tey seinastu 12 - 13 árini við góðum fiskiskapi bera boð um burðadygga veiðu og harvið eina góða skipan. Men sum við øllum øðrum skipanum eru altíð nøkur øki, ið eiga at verða hugd nærri eftir og eftirmett.

Størsti parturin av veiðuni hjá partrolarunum er upsi. Í seinastuni hevur nógvur smáupsi verið uppií fiskiskapinum, og tað er sera óheppið fyri framtíðar tilgongdina til stovnin.
Felagið heldur, at skipini eiga í størst møguligan mun ikki at fiska smáupsa, serliga tí tað ber til at royna á leiðum, har minni er til av smáupsa.

Tilmælið max 20%
Á sama hátt sum vit og øll vinnan vísti ábyrgd í 1996, tá ið dagaskipanin var gjørd, vilja vit eisini vísa á gongdar leidir í hesum málinum. Felagið Trolskip mælir tí politikarunum til at seta hámark á vektina av smáum upsa, tá ið landað verður. Okkara tilmæli er max. 20%, og um skipið hevur meira, eigur tað at fáa avleiðingar, t.d. at skipið missir fiskiloyvið í mesta lagi 3 vikur.

Felagið heitir eisini á aðrar veiðubólkar um at taka líknandi stig fyri teirra høvuðsfiskasløgum.


Felagið Trolskip