Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
Aðalfundur nr. 100 hjá Føroya Reiðarafelag
27. mai 2009
Reiðarafelagið hevði aðalfund 22 mei. Uppmøtingin var á góðari leið, eitt sindur frægari enn vant.
Einasta óvanliga málið var limagjaldið sum var broytt og inngjaldingin skal nú verða so hvørt avroknað verður fyri hvønn túr.
Johan Joensen og Marner Lisberg stóðu fyri vali og vóru báðir afturvaldir saman við eykamonnunum.
Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka hugleiddi síðani um framtíðina hjá føroyskari fiskivinnu, sæð við bankans eygum. Hetta var áhugavert og eitt sindur av kjaki var aftaná.
Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg av nýggjum uttan nakra broyting
Nevndin:
Frá vinstru: Jógvan Jespersen, Hanus Hansen Dánjal Johansen, Viberg Sørensen, Jónsvein Knudsen, Jóhan Joensen og Marner Lisberg. Jóhannus M. Olsen manglar á myndini