"Nú skullu Dangurnar leggjast" - Siga vísmennirnir
15. mai 2009
Tá eg hevði lisið Sosialin frá 13 maj bleiv eg
fyrst illur síðani flenti eg og so bleiv eg sorgar-
bundin, í hesum tíðum tá so harðt leikar á hjá
nógvum skipum kunnu vit saktans vera hasar
niðrandi yvirskrivtirnar fyriuttan.
Inni í blaðnum er ein Búskaparfrøðingur sann-
førdir um at tey skipini sum ikki bera seg
skullu fara á húsagang.
Hetta er bara ein í røðini sum vit hava hoyrt út-
tala seg um fiskivinnuna. Tað er júst eitt ár
síðan at Landsbankastjórin segði at vit áttu at
flutt fólk úr fiskivinnuni til tænastuvinnuna á
landi. Vit fingu at vita at um fiskivinnan lá still
hevði tað onga ávirkan á landið. Hetta siga
vaksnir menn í ramasta álvara.
Klaksvík er í djúpari kreppu, hví man tað verða? Viberg Sørensen
Ein nýtist ikki at vera búskaparfrøðingur fyri at formaður í Føroya Reiðarafelag
svara.
Í Klaksvík sigla enn einir 9 stórir línubátar og nógvir útróðrabátar sum umleið 250 menn eru knýttir at.
Øll hesi skipini hevði verið betur fyri fíggjarliga um tey ikki høvdu loyst frá landi í ár, tað er bara fakta, men um tað hevi verið betur fyri Klaksvíkina og Føroyar yvist eg í.
Hvussu nógv heim og fólk annars ið eru knýtt at hesum skipum kunnu vit bara gita um, men tey eru nógv. Støðan hjá øllum húkaflotanum í restini av landinum er sjálvandi tann sama.
Boðini frá hesum búðskaparmanninum eru at alt sum ikki kan standa skal falla. Tað er heilt ófatuligt at menn koma við slíkum úttalilsum í einum landi sum Føroyum. Hvussu hevði sæð út her um vit ikki høvdu rætt hjálpandi hendur út tá onkur er í kreppu, eg hugsi ikki bara um í fiskivinnuni, men tað tykist sum at tá onkur á landi verður bjargaður er tað í fínasta lagi.
Nú haldi eg eisini at tíðin er komin har vit sum eru í fiskivinnuni fáa at vita hvar øll hini beinini eru sum skullu bera hetta landið, komið nú við uppskriftini tí nú verða dangurnar kanska lagdar.