Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Vælkomsrøðan hjá stjóranum í Felagnum Nótaskip frá móttøkan hjá nótaskipum tann 11. mars 2010.

Eg skal fyrst av øllum bjóða tykkum at vera vælkomin. Nú vit í Felagnum Nótaskip eru komin á mál við at fáa tann fyrsta - og lutfalsliga stóra - føroyska fiskiskapin umhvørvisgóðkendan sum burðardyggan, halda vit at hetta er ein so stór hending fyri okkum og eisini fyri Føroyar, at tað er hóskandi at markera tað.

Så vil jeg byde velkommen til vores udenlandske gæster: Vibeke Bagger fra Det Norske Veritas og Gisla Gislason, som er repræsentant for MSC. Vi er meget glade for, at det har været muligt for jer at være til stede i dag. Jeg vil nu sige lidt om den process, som vi har været igennem i forbindelse med denne certifisering. Den kender I jo, så jeg vil tillade mig at slå over i færøsk igen.

Tilgongdin til at fáa fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli hjá limunum í Felagnum Nótaskip góðkendan, byrjaði so smátt fyri einum ári síðan. Tá fingu reiðarí signalir frá keyparum um, at um vit ikki fingu fiskiskapin umhvørvisgóðkendan, so fóru vit at fáa trupulleikar. Tað var kanska serliga Arni Hansen og reiðaríið hjá Finni Fríða, sum trýsti á, at nú mátti felagið fara at hyggja upp á hetta. Tá var bara í okkara huga at tryggja okkum, at vit kundu fáa besta prísin, tí í pelagisku vinnuni er tað so, at eitt lítið sindur hvønn vegin í kiloprísinum hevur stóran týdning, tí nøgdirnar eru so stórar.

Skal eg siga eitt sindur um, hvussu vit eru farnir fram í hesi tilgongdini, so var tað fyrsta at fáa eina avgerð í felagnum. Felagið gjørdi eina frágreiðing til limirnar, har vit lýstu øll viðurskiftini kring umhvørvisgóðkenningar og tílíkt.

Út frá tí tóku limirnir eina skjóta avgerð, um at vit skuldu fara undir at fáa fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli góðkendan, og tað skuldi ganga so skjótt sum møguligt, tí meginparturin av aktørunum í silda- og makrelfiskiskapinum í Noregi og ES høvdu fingið ella vóru ávegis móti eini góðkenning. 

Vit valdu at brúka góðkenningarskipanina MSC. Fyri at spara tíð valdu vit ikki at bjóða arbeiði út millum fleiri góðkenningarfeløg. Vit mettu um tey feløg, sum vóru góðkend til at standa fyri tílíkum arbeiði, og vit valdu at fara til Det Norske Veritas fyri at vita, um vit kundu fáa eina nøktandi avtalu við tey.

Vit gjørdu sáttmála við DNV í apríl í fjør. 21. mai í fjør varð fráboðanin á heimasíðuni hjá MSC, um at vit søktu um góðkenning, og tann 9. februar í ár var tann síðsta hoyringsfreistin úti. Tað vil siga, at tað tók slakar 9 mánaðir at koma á mál. Her skal havast í huga, at slakir fimm mánaðir eru farnir til hoyringsfreistir.

Tað var ein fyrimunur, at nótaskipini valdu at skipa felagið av nýggjum í 2008 og gera tað meira virkið, tí tá vit fóru í gongd, høvdu vit eitt felag við skipaðum viðurskiftum, og sum kundi góðtakast at standa fyri certifikatinum fyri sínar limir. 

So kann man spyrja, hvussu vit hava uppliva hesa tíðina frá mai í fjør og til nú. Har vil eg nevna trý ting.

Tað fyrsta er, at vit í mai í fjør ikki hvødu ímynda okkum at rákið á hesum økinum fór at broytast so skjótt. Vit fóru undir hetta, tí vit vildu tryggja okkum besta prís, men bara eftir hesar fáu mánaðirnar, er tað á ávísum marknaðum líka so nógv ein spurningur um yvirhøvur at sleppa av við fiskin. Tú ert í dag  útihýstur frá nøkrum marknaðum um tú ikki hevur góðkenning.

Í øðrum lagi haldi eg, at vit onkusvegna hava fingið eina klárari mynd av, at tað er keyparin sum gera av, um hann vil keypa tín fisk og til hvønn prís og hvørjar treytir. Lættari hevði tað verið, um tað var øvugt. So vilt tú hava atgongd til teir bestu keypararnar, so hevur tú onki val. Tú mást lúka treytirnar.

Tað triðja, sum eg vil nevna, er, at vit í roynd og veru hava havt ein síðuvinning, tí vit hava verið noyddir til at savna tilfar til serfrøðingarnar, sum skrivaðu frágreiðingarnar. Hetta er tilfar um føroyskan fiskivinnupolitik, umsiting, kvotaskipan, veiðiefturlit, um felagið, skipini, reiðskap, hvussu fiskað verður, hvar fiskurin verður seldur o.s.fr. Tað hevur onkusvegna styrkt okkum sum felag og bransju, at vit hava lagt hesi viðurskifti alment fram fyri onnur at meta um.

Og í hesum sambandi við eg so nýta høvi til at takka føroyskum myndugleikum, sum hava medvirkað í hesi verkætlan – Fiskimálaráðnum, Fiskiveiðieftirlitinum og Havstovuni.

Så vil jeg henvende mig til Vibekke Bagger fra Det Norske Veritas. Vi i Felagnum Nótaskip vil gerne takke for det samarbejde, som vi har haft omkring dette projekt. Det har vi været fuldt ud tilfreds med. Måske har dine kollegaer i den norske DNV afdelingen, som har forestået det praktiske arbejde med certifiseringen, her i den afsluttende fase følt, at vi måske har været lidt utålmodige med henblik på at overholde tidstabellen. Det er der to forklaringer på.

Den ene er, at vi har haft et praktisk problem med tiden, som bestod af, at nogle købere af sild fra vores skibe i januar og februar i år var kommet i klemme. De kunne simpelt hen ikke komme af med fisken til det næste led i afsætningskæden, før processen var fuldstændigt tilendebragt. Det var ikke godt nok at forklare disse køberne, at vi var i mål. De ville have et kopi af et endegyldigt certifikat eller i det mindste et certifiseringsnummer, før de ville tage imod fisken. Det siger også noget om, hvor det bærer hen.

Den anden forklaring er nok mere egoistisk. Vi fik fortalt at Danmarks Pelagiske Producent Organisation havde gennemført den hurtigste certifisering af  NVG sild. De brugte 250 dage til prosessen fra trin 1 til trin 7. Den rekord ville vi gerne slå. Men det lykkedes ikke. Vi brugte 263 dage. Vi var dog ikke så langt fra målet.

Endelig vil jeg håbe, at det vil gå godt med den sidste fase af certifiseringen af makrelfiskeriet, så I indenfor to måneder kan udskrive certifikatet for en MSC godkendelse af det fiskeri.


Jógvan Jespersen  

Tá Nótaskipini fyngu MSC skjalið
17. mars 2010

Frá vinstru: Vibekke Bagger frá Norsk Veritas - Jógvan Jespersen stjóri í Felagnum Nótaskip, og Gisli Gislason frá MSC